Tað studningsfría samfelagið

Seinastu árini hevur nógv verið gjørt burturúr tí, at vit hava fingið eitt studningsfrítt samfelag. Tað er eingin endi á, hvat hendan broyting verður lovprísað, men er hon tað verd?

Studningurin, ið var latin til ymisku arbeiðini, serliga á teim smærru bygdunum, skapti nakað av lívið á plássunum. Tað var sagt, at nú fáa kommunurnar pengar á annan hátt, ið skal verða ein máti, ið er til tað betra, kann verða nakað um tað, men upphæddin er ikki tann sama sum frammanundan.
Sjálvur eri eg ikki førur fyri at greiða frá út í æsir um hesa broyting, tí nú eru nøkur ár síðan eg fór úr bygdaráðnum, men har havi eg siti í nógv Harrans ár, og verið við til at gjørt nógv arbeiðir, bæði nýgerðir og ábøtir, sum kommunan fekk studning til otg tí kundi gera. Okkum nýtist ikki nakra frágreiðing um hesa studningsfríu skipan, tað er bara at fara út fyri dyr, so síggja vit hvussu vorðið er. Eingin nýgerð av nøkrum slag, einki verður viðlíkahildi í nakrari bygd. Tað er harmuligt at sígga, vegir sum vóru asfalteraðir fyri árum síðan eru nú so nógv slitnir, at teir skuldu veri asfalteraðir av nýggjum, og verða teir ikki tað, verður skjótt ikki koyrandi eftir teimum.
Seta pengar av á hvørjum ári til fullveldi og gloyma alt annað, hvørjum endar tað við? Ja, tað er so galið, at bygdir eru um at skola út á sjógv, heldur enn at tær fáa hjálp, tað kann ikki verða rætt. Eitt afturat viðvíkjandi tí studningsskipan, ið var, hon var eitt gott íkast til heimamennirnar, sum sannuliga eru við til at skapa lív á bygdunum.
Tað verður tosað so nógv um, at flyta stovnar úr Havn út á bygdirnar fyri at menna bygdirnar, dugi ikki at síggja nakra bygdamenning í tí, ein stovnur við tveimum ella fýra fólkum ger hvørki frá ella til, hvat menning viðvíkur. Og um hann kemur so verður hann bert í einum stað og kanska tey fólkini, sum fylgja við hava bústað í heilt øðrum plássum.
Síggi at borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg, hevur grein í bløðunum um barnaskúlar, har er sama skili. Gamla studningsskipanin hon líggjaði bygdirnar. Vit vóru ónøgd tá vit ikki fingu tað vit søktu um, men tá ári eftir kom, vóru vit ikki gloymdir. Skipanin skapti lív og trivnað, sum skal til. Vónandi koma ikki fullveldisfólk aftur til valdi aftaná vali, so at okkara ágóði fer til nyttu heldur enn til fullveldisfjas.