Tað streymar framvegis í kommunukassarnar

Men streymurin niður í kassarnar hjá kommununum í Suðuroy er ikki so stríður sum aðrastaðni í Føroyum

Higartil í ár hava kommunurnar í Føroyum fingið tilsamans 93 milliónir krónur meiri inn í skatti enn tey høvdu fingið í sama tíðarskeiði í fjør. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Taks yvir kommunuskattin.

 

Uppgerðin vísir, at 10 teir fyrstu mánaðirnar í fjør fingu kommunurnar 1,380 milliardir inn í skatti, men í sama tíðarskeiði í ár hava tær fingið 1,473 milliardir, ella 6,74 prosent meir, inn í skatti

 

Men tað er rættiliga stórur munur á, hvussu árið hevur hilnast hjá kommununum kring landið. Hjá nógvum kommunum hevur inntøkuvøksturin verið yvir miðal, og hjá summum eisini langt yvir miðal.

 

Í Klaksvík hevur inntøkuvøksturin verið 9,7 prosent, Í Fuglafirði hevur hann verið heili 14 prosent, í Eysturkommunu hevur hann verið 9,98 prosent, á Nesi hevur inntøkuvøksturin verið 12,84 prosent og í grannakommununi í Runavík, hevur hann verið 9,62 prosent, við Sjógv hevur inntøkuvøksturin verið 10,22 prosent og á Eiði hevur hann verið 10,55 prosent – fyri at nevna onkrar av teimum størru kommununum við stórum inntøkuvøkstri.

 

Annars liggja nógvar aðrar kommunur rundan um miðalvøkstur, men hjá kommununum í Suðuroy er gongdin ein onnur.

 

Seks kommunur í landinum hava fingið minni inntøkur higartil í ár enn tær fingu í fjør og av teimum eru tær fýra í Suðuroy, nevniliga Hvalba, Hov, Porkeri og Fámjin. Men har vøkstur hevur verið, er hann væl undir miðal. Vøksturin á Tvøroyri er 3,28 prosent, í Vági er hann 1,51 prosent og í Sumba er hann 4,3 prosent.