– Støðan á Glasi stendur við og versnar og tað sær út til, at Landsverk hevur mist tamarhaldið á støðuni.
Tað staðfestir Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og nú vil hann hava eina almenna frágreiðing um støðuna.
Hann leggur ikki fingrarnar ímillum og hann tvíheldur um, at tað eru umfatandi byggibrek at síggja í Glasi. Hann sigur, at tað gjørdi hann vart við í september, men tá lótu øll sum luft.
Jacob Vestergaard vísir á, at í heyst varð boðað frá, at bygningurin skuldi sýnast og tá skuldi møguligir byggifeilir staðfestast, so at partarnir kundu leggja eina ætlan fyri, hvussu arbeiðið kundi halda fram.
Hann vísir eisini á, at talan var um stórar upphæddir, sum Landsverk og TG-Verk, sum hevur bygt húsið, hava verið ósamd, og nú vil hann hava at vita, hvussu tað gongur við teirri ósemjuni.
Løgtingsmaðurin vísir eisini á, at serfrøðingar mæltu frá at seta glassíðurnar upp, tí tær berandi stálkonstruktiónirnar vóru rustaðar og ikki brandtryggjaðar.
Men kortini vórðu tær settar upp eftir boðum frá Landsverki. Landsverk hevur sagt, at tær berandi stálkonstruktiónirnar kundu eftirviðgerast og brandtryggjast, hóast glassíðurnar vóru uppsettar.
– Veruleikin er, at hetta ikki kann lata seg gera, tí stálið skal verða upphitað, tá tað verður viðgjørt og brandtryggjað, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vísir eisini á, at arbeiðið at seta glassíðurnar upp byrjaði áðrenn innandura betongarbeiði var gjørt.
– Hetta førdi við sær, at fleiri av vindeygabonkunum, sum eru úr aluminium, vórðu oyðilagdir av vátum betongi.
Jacob Vestergaard sigur, at hesi vindeygu eru ikki skift út, og nú vil hann hava at vita, hvat ætlanin er at gera við tey.
– Berandi betongelementir lúka ikki krøv, men tey eru ikki skift út, og einki røkist fyri, at nakað verður gjørt við tey.
Jacob Vestergaard hevur eisini skilt á lagnum, at teir, sum gera ventilatiónsarbeiðið, hava stórar trupulleikar, tí forarbeiðið ikki er gjørt til lítar.
– Takið lekur so illa, at tað ber ikki til at fáa dropaskjól inni í bygninginum. Fleiri arbeiðstakarar hava roynt at fáa takið tætt, men hetta er ikki eydnast.
– Lekin ger, at øll bjálvingin er gjøgnumbloytt og tí ónýtilig. Av somu orsøk ber heldur ikki til at arbeiða inni í bygninginum, og tí valdar óskil á arbeiðsplássinum.
– Fyri einum ári síðan varð tíggjutals milliónir goldnar TG-verki, fyri at halda fram við arbeiðinum. Pengarnir vórðu goldnir, hóast einki arbeiði var gjørt fyri pengarnar, og hóast Landsverk og landsstýrismaðurin áttu at vitað, at einki fekst fyri pengarnar.
– Sum tað sær út, hevur Landsverk mist tamarhald á støðuni. Fleiri av arbeiðstakarunum á staðnum, hava arbeitt kring um í øllum heiminum, men hava ongastaðir upplivað slíkt óskil sum á Glasi, sigur Jacob Vestergaard.
Jacob Vestergaard er eisini sannførdur um, at hvørki tíðarætlanin, ella kostnaðarætlanin, fara at halda og tí vil hann hava at vita, hvørjari ætlan arbeitt verður eftir nú.
– Byggingin má og skal fáast aftur á beint og hetta málið hevur ov stóran týdning til at verða tagt burtur, sigur Jacob Vestergaard.