Tað stendur til at bresta í spenningi

Bæði umborð á Sølmundi og Stráluni halda teir, at tað eru fleiri aðrir møguleikar fyri vinnarum, enn teir báðir bátarnir, sum kappast um FM heitið

 

Eingin kapping seinnapartin í dag verður so avgerandi fyri meistaraskapin, sum tann ímillum 6?mannaførini við monnum. Strálan er tvey stig undan Sølmundi, og tað er greitt, at annar hesi báturin verður meistari.

 

Men bæði formaðurin umborð á Sølmundi, Petur Hansen, og formaðurin umborð á Stráluni, Kristian Kristiansen, vísa á, at tað ber væl til at ímynda sær, at onkur annar bátur fer at troðka seg heilt fram í oddin í ólavsøkuróðrinum:

 

? Tað hevur verið tætt allar ferðirnar. Bara sekund og minni enn tað hava verið munurin ímillum bátarnar, og tí kann tað fara fleiri vegir. Riddarin hevur í fleiri kappingum verið frammarlaga leingi. Nú er teinurin væl styttri, enn hann plagar at vera, so tað kann hugsast, at teir verða vandamiklir. Og so er tað Páll Fangi, sum rættuliga tykist hava funnið stevið tær seinastu ferðirnar, vísa teir báðir á.

 

 

 

Fyritreytirnar stóran týdning

 

Strálan hevur 30 stig, og Sølmundur hevur 28 stig. Tað vil við øðrum orðum siga, at Sølmundur skal vinna, um hann sjálvur skal gera meistaraskapin av.

 

Strálan, sum vann FM heitið í fjør, hevur bestu kortini á hondini. Undan ólavsøkuróðrinum í fjør varð víst á, at Strálan ongantíð hevði vunnið á ólavsøku. Nú ber ikki til at vísa á hetta, tí Strálumenninir vunnu ólavsøkuróðurin í fjør.

 

Men tað hevur gingið eitt sindur upp og niður hjá Stráluni og Sølmundi í ár. Bátarnir hava so at siga skiftst um at vunnið.

 

? Vit halda, at líkindini hava havt nógv at siga. Tá tað hevur verið eitt sindur ófriðarligt, hevur tað ikki roynst so væl hjá okkum. Manningin hjá okkum er lættari, enn hon er t. d. umborð á Stráluni, og vit hava ein lættari bát. Tað hevur eisini sæst aftur, tá tað hevur verið mótvindur, meðan tað hevur roynst væl hjá okkum, tá hann hevur verið undan, sigur Petur Hansen umborð á Sølmundi.

 

Umborð á Stráluni vísa teir á, at tað sjálvandi hevur týdning, at Sølmundur bara vigar 200 kilo, meðan báturin hjá strandingum vigar 295 kilo. Og so skal tað leggjast afturat, at miðal vektin á Strálu monnunum er eitt sindur hægri, enn hon er umborð á Sølmundi.

 

 

 

Kenna teinin

 

Bæði teir umborð á Stráluni og teir umborð á Sølmundi hava verið á Havnarvág í hesi vikuni og róð túsund metra málið, sum bara er 900 metrar, nakrar ferðir.

 

? Stýrimaðurin hjá okkum, Jákup Vágsheyg, hevur róð kapp við bátum í Havnini í átta ár, so hann veit, hvat tað snýr seg um í ólavsøkuróðrinum, vísir formaðurin umborð á Sølmundi á.

 

Teir eru kortini ikki heilt álvuligir í NSÍ:

 

? Vit eru tveir, sum hava verið eitt sindur slakkir tveir dagar í hesi vikuni, men nú eru vit komnir fyri okkum aftur. Tað er sjálvandi ikki so gott, men vit vóna ikki, at tað fer at bila.

 

Umborð á Stráluni vita teir væl, hvat teir skulu fáa betri tak á, enn teir hava havt:

 

? Á so stuttum teini hevur tað so sera stóran týdning, at starturin er góður. Higartil í ár hevur starturin hjá okkum verið syndarligur so at siga hvørja ferð. Vit hava ikki gjørt annað síðani vestanstevnuna enn at venja startin, so nú vóna vit, at hann fer at eydnast hesa ferð, sigur Kristian Kristiansen, bátsformaður umborð á Stráluni, sum liggur best fyri og harvið hevur góðan møguleika at endurvinna FM heitið, sum teir vunnu í fjør.