Tað stendur í stað

Innflutningurin til Føroya er ikki minkaður undir korona-kreppuni – men hann er heldur ikki vaksin

Tað er ein spurningur, hvussu korona hevur ávirkað innflutningin til Føroya. Teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár var innflutningurin, 4,5 milliardir, og tað eru 214 moilliónir, ella fimm prosent, meiri enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Men tá er innflutningurin av skipum og flogførum tald við. Verða tey tikin burtur úr, er at kalla eingin broyting, tí vit hava innflutt skip og flogfør fyri 225 milliónir higartil í ár.  

Hagstovan sigur, at tað eru ikki so stórar broytingar í teimum flestu vørubólkum. Stórsta minkingin er í bólkinum brennievni, har vit hava keypt brennievni higartil í ár fyri 555 milliónir krónur og tað er ein fjórðingur minni enn í fjør. Eisini er innflutningurin av bilum minkaður nakað.

Størsta vøksturin síggja vit í bólkinum, sum eitur rávøra til fiskavirking. Har er innflutningurin meir enn tvífaldaður og higartil í ár hevur hann sostatt verið 242 milliónir og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum í fjør.

Annars er innflutningurin tí tí, sum vit kalla vørur til beinleiðis nýtslu í húsarhaldinum vaksin seks prosent í ár.