Tað stendur púrasta javnt

Oddastríðið í bestu kvinnudeildini blotnaði ikki pettið um vikuskiftið, og enn er einki avgjørt millum tey trý fremstu liðini

Kvinnuflogbóltur

Hóast Dráttur hevur gjørt onkran vørrin í ár, so hava avrikini seinastu vikurnar kortini ikki bent á, at tær kunnu fara at seta kílar ímillum tey trý ovastu liðini.
Spennningurin var annars stórur, tá TB kom á vitjan um vikuskiftið, men tað skuldi skjótt vísa seg, at her var ikki stórvegis at gera hjá heimaliðnum.
Føroyameistararnir úr TB hava kanska ikki vunnið heilt so nógv, sum tær kundu hugsað sær í ár, og ikki minst hava tapini fyri ÍF tikið fast, men í aðrar mátar tykist liðið í løtuni vera besta boðið um ein komandi meistara. Fyrstu tvey settini rætt og slætt hólvaðu tær annars heimasterka Drátt ígjøgnum, og tó at tað í triðja settinum var um reppið, at Dráttur fekk argað eitt sindur, so nart hetta ikki við heildarmetingina av dystinum.

Hini fylgja við
Hóast bragdliga avrikið hjá TB í Vágunum, so skerst ikki burtur, at tað eisini eru onnur lið, sum vilja tosa við um, hvar meistaraskapurin skal fara.
Fyrst og fremst er tað kanska ÍF, sum við tveimum sigrum á meistarunum leggja trýst á, og hjá teimum var so eingin slingur í valsinum, tá tær høvdu vitjan av KÍF. Hóast settmunurin ikki var so ræðandi stórur í dystinum, so var ongan tíð ivi um, at ÍF átti sterkara liðið, og uttan at tær nakran tíð spentu seg heilt út, vunnu tær ein tryggan 3-0 sigur.
Og ivi var heldur ikki í Klaksvík, har gamli føroyski flogbóltsklassikarin var á skránni. Tað er tó so sum so við spenninginum í hesum fyri tíðina, og tað var heldur ikki tað stóra, sum Fleyr fekk gjørt sunnudagin. Heldur ikki hóast tað langt ífrá var eitt Mjølnir í sterkastu uppstilling, sum var á vøllinum.
Spurningur er so, hvussu tað fer at tørna út, nú farast skal undir endaspælið í flgobóltskappingini. Ivaleyst er tað framvegis so, at TB eru favorittar at endurvinna FM, men tað er so heldur eingin ivi um, at kappingin í ár fer at verða bæði harðari og breiðari, enn hon var í fjør. Alt bendir í øllum førum á, at tað verða innanhýsis dystirnir millum TB, ÍF og Mjølnir, sum verða avgerandi fyri, hvussu leikur fer, tó at Dráttur kanska onkun tíð fer at hava eitt orð at siga í so máta. Fyri Fleyr og KÍF verður tað fyrst og fremst ein spurningur um at sleppa undan niðurflytingini, og eisini her verða tað fyrst og fremst teir báðir innanhýsis dystirnir, sum fara at greiða tann spurningin.