Fyri seks vikum síðani – 21. juni – endaði tað 1-1, tá ið TB hevði vitjan av AB.
Síðani tá hava bæði liðini spælt fýra ferðir, og tað er hvørki TB ella AB eydnast at vinna fulla úrtøku.
Seint seinnapartin bresta liðini saman aftur í Vika, har dagsskráin verður at sleppa longri burtur frá hóttanini av niðurflyting. AB hevur fimm stig, og TB hevur seks stig.
TB helt tørn í ein knappan tíma á ólavsøku, áðrenn hol kom á, og HB vann 4-1. Ímóti bæði NSÍ á heimavølli og á útivølli ímóti KÍ og ÍF var talan um tættar uppgerðir og tepur tap.
Á ólavsøku var liðformaðurin Dánjal Godtfred leikbannaður. Hann er tøkur aftur. Musah Armah noyddist longu í 12. minutti av Tórsvølli, og Rógvi Joensen var so mikið skaðadarvaður, at hann var alla tíðina á beinkinum.
Tríggir nýggir spælarar eru á TB listanum. Teir eru danski málverjin Mads Altschuler, danski miðvallarin Mark Kongstedt og serbiski álopsspælarin Filip Obadovic.
Síðani 1-1 í Trongisvági hevur AB vunnið eitt stig – 2-2 á heimavølli ímóti ÍF í ólavsøkuumfarinum – og so hevur AB tapt 2-1 í Gøtu, 4-0 á heimavølli ímóti B36 og 3-2 á heimavølli ímóti NSÍ.
Filip í Liða og Hans Jákup Anfinnsson eru langtíðarskaddir, og Tóki á Lofti er leikbannaður.