Tað størsta í tí minsta

Sum brúkari og njótari hevur tónaskaldið Kristian Blak øll 20 árini verið partur av Norðurlandahúsinum, bæði á palli og sum áhoyrari ella áskoðari. Hann metir húsið sum eitt stað, har norðurlendski andin hevur kunnað ment seg og eitt stað, sum ger mun

Dagfinn Olsen

Hesin serstaki norðurlendski andin hevur kunnað ment seg í Norðurlandahúsinum og við møguleikanum fyri samstarvi. Húsið er sympatiskt og unikt, metir Kritian Blak, tá hann hyggur aftur á farnu 20 árini.
- Vit eiga góða føroyska list, men so fingu vit eitt úttrykk fyri tí, sum longu var her. Vit fingu eina beinleiðis "hotline" til hini londini kring okkum, sigur Kristian Blak.
Norðurlendski andin er yvir hesum og her er bygt tað størsta í tí minsta, sigur Kristian Blak, sum avgjørt heldur, at húsið ger mun.
- Sum tónaskald, so er húsið ofta eitt nei ella ja, hvørt tað er gjørligt at taka lut í ymsum ætlanum. Umstøðurnar eru góðar, eisini fyri aðrar listagreinir, enn tónleikin.
- Felagið Føroysk Tónaskøld var til, áðrenn Norðurlandahúsið, men eitt kamarorkestur vitjaði í 1984 og vildi hava føroyskan partiturtónleik, sum workshop. Soleiðis komu vit í gongd við at skriva føroyskan partiturtónleik, kanska hevði tað hent uttan Norðurlandahúsið, men tað er so hent paralelt, vísur Kristian Blak á, tá hann skal meta um týdningin, ið húsið hevur.
Sum fyrireikari av Fólkatónleikastevnuni hevur hann øll árini verið í tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið.