Nuon Chea, Khieu Samphan, Ieng Sary, Ieng Thirith. Nøvnini siga ikki so nógv í dag, men í sjeytiárunum vóru hesi millum teirra, sum stýrdu Kambodja við ómenniskjaligum harðskapi. Mánadagin komu tey aftur fram á altjóða pallin. Hóast øll fýra eru farin um tey áttati, sleppa tey ikki undan at svara fyri illgerðir sínar. Kambodjabúgvar krevja, at tey verða revsað, so søgan um tað ræðuliga tíðarskeiðið kann fáa ein enda.
Tey fýra sótu still og lurtaðu, meðan ákærurnar ímóti teimum vórðu lisnar upp í rættarhølinum hjá tí serliga ST-dómstólinum í Phnom Penh. Fyrrverandi forsetin Khieu Samphan, fyrrverandi uttanríkisráðharrin Ieng Sary, fyrrverandi almannamálaráðharrin Ieng Thirith og fyrrverandi "bróður nummar tvey" Noun Chea lótu ikki við seg koma, tá tey formliga fingu at vita, at tey eru ákærd fyri brotsverk ímóti mannaættini og fólkamorð undir stýrinum hjá Khmer Rouge, sum gjørdi av við meiri enn 1,7 millión fólk í árunum frá 1975 til 1979.
Tey fýra, sum hava sitið í varðhaldi síðani 2007, nokta seg sek í øllum ákærunum. Tey hava eisini sýtt fyri at arbeiða saman við ákæruvaldinum, sum vil hava eina nágreiniliga lýsing av framferðini hjá ræðustýrinum, og tí er tað ikki vist, at nakar teirra fer at greiða sínum landsmonnum frá, hví tey gjørdu, sum tey gjørdu, og hvat fekk tey til at gera tað.
Vilja hava sannleikan
Uttanríkisráðharrin hjá ræðustýrinum, Ieng Sary, hevur mótmælt, at hann er drigin fyri rættin, tí hann fekk grið, tá samráðingar vóru við reyðu khmerarnar um at fáa teir at geva seg yvir. Men kambodjabúgvar vilja ikki lata nakran av teimum fýra sleppa.
-Tey skulu viðganga sínar illgerðir, og eg vænti, at fólk fara at gera vart við seg, um tey fýra ikki koma við sannleikanum um tað, sum hendi, sigur Sem Hoen við tíðindastovuna Reuters. Sjálv misti hon fýra næstringar undir ræðustýrinum, og mánadagin var hon komin í rættarhølið at hyggja og at lurta.
Í fyrsta umfari verða eingi prógv løgd fram, men fleiri vitni skulu avhoyrast. Sjálvt rættarmálið ímóti teimum fýra byrjar í september og kann vara fleiri ár. Øll eru farin um tey áttati, og heilsan er heldur ikki góð longur, og tí er tað als ikki vist, at tey liva so leingi, at tey verða dømd á lívi.
Tað størsta síðani Nürnberg
ST-dómstólurin fyri Kambodja, sum bleiv skipaður í 2005, hevur verið fyri atfinningum, tí fleiri halda, at hann hevur arbeitt alt ov seint. Tey, sum hava innlit í viðurskiftini, siga við Reuters, at skipanin hevur víst seg at vera sera tung, og at tað er orsøkin til, at bara eitt umboð fyri Khmer Rouge-stýrið hevur fingið dóm hesi seks árini, síðani dómstólurin kom. Tann dómurin fall í fjør, tá Kaing Guek Eav, sum var ein av fongsulsstjórunum hjá ræðustýrinum, fekk 30 ára fongsul fyri at hava havt ábyrgdina av, at 15.000 fólk doyðu.
Rættarmálið ímóti Nuon Chea, Khieu Samphan, Ieng Sary og Ieng Thirith verður tann stóra royndin hjá ST-dómstólinum fyri Kambodja. Men hetta er heldur ikki nakað vanligt rættarmál, sigur ákærin Andrew Cayley:
-Hetta er tað størsta og mest torgreidda rættarmálið síðani Nürnberg-uppgerðina aftan á Nazi-stýrið í Týsklandi, sigur hann við AFP.
(Kelda: Aftenposten)