Tað stóra mistakið

Orðafloymurin frá landsstýrismanninum í fullveldismálum tekur ongan enda. At kalla í hvørjum blað hevur hann úttalilsir, viðmerkingar ella samrøður. Men sum tíðin líðir, so sæst at hann einki serligt hevur uppá hjarta, uttan at endurtaka tey fiksu politisku hugskotini um fullveldi. Ein onnur mynd teknar seg um hvussu hann argumenterar. Tað snýr seg um at brúka ?positiv? orð um fullveldisætlanina alla tíðina: Søguligur møguleiki. Einki at ræðast. Skipað loysing. Stórt tak. Føroyar kunnu vera fyrimynd. Sjálvbjargni. Frælsi. Minka stuðulin í varligari tillaging. Fólkaræðislig avgerð. Skilagott samstarv við Danmark.

Løgin viðmerking

Herfyri hevði hann eina sera løgna viðmerking í Sosialinum (nr. 185), sum hann kallaði ?Tað stóra takið?. Hugmyndina, sum liggur í yvirskriftini, mátti eg seta í samband við vanliga orðafelli ?Taka lógvatak saman?, men eisini við ?Tað stóra lopið frammá?, sum Mao dróg kinesararnar ígjøgnum í fimtiárunum. Hetta seinna er kanska órættvíst at siga, um tú bert hyggur at yvirskriftini. Men í øllum tí, sum landsstýrismaðurin uppá gott eitt ár hevur skrivað og sagt, har liggur hesin tendensur í tankagongdini. Stór tak, ella stórt lop. Nú er tað loysing! (Javel, ?skipað?, ?einki at vera bangin fyri?, ?varliga?). Alt annað kann bíða. Øll sjónarmið um samfelagið verða seld ella goymd burtur, tí ?tá vit hava fullveldi, kunnu vit klára alt?.


Eingi ítøkilig argument

Nevnda viðmerking er ser, tí har er einki nýtt, har eru eingi argument. Tað er ein generel viðmerking til orðaskiftið sum heild, nú Hvítabók er komin.Og her kemur tað sera løgna inn, tí tað sær ikki mætari út, enn maðurin heldur, at hesi heftini longu hava broytt tað føroyska samfelagið og ta politisku støðuna frá grundini. Eg siteri:

?Orðaskifti... hevur havt lyndi til at fara aftur í gamlar skotgravir.?

?Ongin orsøk skuldi verið til gamalt stríð, tí við Hvítubók er komið eitt sakligt grundarlag á borðið?

?Tann størsti trupulleikin er helst, at dottið verið aftur í gamlan partapolitikk.?

?Um tað bert snýr seg um at verja sína egnu borg...?

?...kroysta hvønn annan inn í løgnar básar fyri at verja sítt territorium.?

Eg noyðist at spyrja: Heldur maðurin, at Hvítabók hevur, ella átti at havt, avtikið munirnar og kappingina millum millum flokkarnar? Flokkar umboða samfelagslig áhugamál. Men kanska heldur hann eisini, at við Hvítubók eru ikki longur nakrir mótsetningar millum klassar ella stættir í Føroyum. Eru arbeiðs- og fiksimenn ikki longur lønarbeiðarar, sum bert hava sína egnu arbeiðsevnir á at líta?


Tey negativu orðini

Legg merki til orðalagið! Her snýr taðseg um tey, sum ikki taka undir við tí ?stóra lopinum frammá?. Her koma øll tey negativu orðið framm:

Gamlar skotgravir. Gamalt stríð. Dottið verður aftur í gamlan partapolitikk. Kroysta inn í løgnar básar.

Heldur maðurin, at hann við Hvítubók hevur avtikið allar mótsetningar í samfelagnum, bæði sosialar og politiskar? Og at bert onkur býttlingur dettur aftur í partapolitikk? Heldur hann, at sambandsmenn ikki skulu vera sambandsmenn longur, tí Hvítabók er komin? Skulu onnur sleppa sínum sosialistisku hugsjónum, bert tí at Tjóðveldisflokkurin eingi sjónarmið hevur, uttan hetta eina: Fullveldi. Væntar hann at kapitalistarnir í Fólkaflokkinum ikki hava somu áhugamál í dag (nú Hvítbókin er komin), sum í fjør ella fyri 10 árum síðani?

Um so er, so er hatta politiskur naivitetur, sum eingin - og eg endurtaki: Eingin - leiðandi politikkari í Føroyum fyrr hevur víst. Heldur eingin leiðandi tjóðveldispolitikkari!

Skava øll hesi nógv slitnu ?positivu? orðini burtur av hallelujatosinum um fullveldi. Skava á sama hátt øll tey ?negativu? orðini burtur, sum hann brúkar um andstøðuna. So stendur ikki bert á jøvnum, so er fullveldisplanurin hjá tjóðveldismonnum ein tóm gass-ballón, sum stendur at bresta.


Endurtøka av snaraðum sannleikum og hálvum lygnum

Eg kann ikki nerta við alt, sum stendur í hesi løgnu viðmerking. Men tvey ting eru í grovara lagi. Landsstýrismaðurin sigur millum annað, at fyrimyndin hjá honum er tann danskt -íslendski sáttmálin frá 1918. Javel, men samstundis hevur hann eisini sagt, at eru 50,001 % fyri fullveldinum í Føroyum, so verður tað fullveldi! Eg spyrji: Hvussu var við setningum í sáttmálanum um atkvøðu-prosent, og um ja-procent?


Ríkisveitingar

ótryggar, sigur hann

Hetta er eisini ein løgin pástandur, og nakað argument fyri hesum finnst ikki. Blokkurin, sum avloysti refusiónsskipanina, er ætlaður at fíggja tær §9-yvirtøkur, um vóru gjøgnumførdar. Hann hevur verið púra stabilur síðani, - eisini meðan kreppan gjørdi at skattainntøkur og mvg minkaðu brádliga. Tað einasta, sum ger blokkin ótryggan, tað er hesin landsstýrismaðurin sjálvur. Og hvør hevur sagt at vit ?vit kunnu byggja búskapin? á blokkin? Búskapurin er í fyrsta lagi privata vinnulívið. Blokkurin fíggjar ein triðing av landshúsarhaldinum. Og tað er ikki tað sama. Verður tað fullveldi, so verður eingin tillagingartíð uppá 15-20 ár. Mítt boð er, at hon verður 3-4 ár.


Besta loysnin

Nakað annað er so, at tað helst er ynskiligt at minka um blokkin, og at arbeiða fram móti størri sjálvbjargni, politiskt og búskaparligt. Men tað kann saktans gerast uttan nakað fullveldis-lop.

Eg meini, at besta loysnin - og tað er ein loysn sum sigur sjálvbjargni+trygd+møguleikar - er ein loysn við víðgongdum sjálvstýri í ríkisfelagsskapinum. Tað skal vera eitt sjálvstýri, har teir samfelagsligu spurningarnir koma í fyrstu røð, og ikki eitt skarvslop út í óvissuna.


Rolf Guttesen

1.11.99