Tað stóra brakið verður leygardagin

Tað stóra savningartiltakið á varmakeldu er kappróðurin, og her verður lagt fyri við barnaróðri klokkan 13.

Hóast skráin fyri varmakeldu byrjaði longu í gjár, og ymisk tiltøk eisini hava verið í dag, so er tað kortini leygardagurin, sum verður hin stóri dagurin í Fuglafirði.

 

Í morgin klokkan 9 bjóðar Fuglafjarðar kommuna morgunmat í Mentanarhúsinum, og tá hetta tiltak verður liðugt, verður skrúðgonga við ítróttarfólki av fótbóltsvøllinum og oman á torgið, har stevnan verður sett klokkan 11.30.

 

Á middegi eftir setanina fer Fuglafjarðar býráð at kunna um ymiskt, og hetta tiltak verður eisini í Mentanarhúsinum.

 

Tað stóra savningartiltakið á varmakeldu er kappróðurin, og her verður lagt fyri við barnaróðri klokkan 13. FM-róðurin byrjar sum vanligt klokkan 15, og beint eftir kappróðurin verða steypini handað oman fyri FK-handilin.

 

Seinnapartin leygardagin verður annars nógv á skránni í Fuglafirði, og longu tá kappróðurin byrjar klokkan 15, letur matartjaldið upp við sølu av ymiskum. Her verður eisini høvi at tekna á steinar og at royna seg við hamara.

 

Leygardagin klokkan 17 verður undirhald og onkrar stuttligar kappingar við Mentanarhúsið, og í tímunum frá klokkan 18-20 verða fýra serstakar konsertir í fýra ymiskum havum í Fuglafirði.

 

Klokkan 20.30 í annaðkvøld koyrir bussur út á Varmakeldu til bál, røðu, felagssang og føroyskan dans, og klokkan 22 koyrir bussurin heimaftur. Hetta er alt eitt ókeypis tiltak - frá byrjan til enda.

 

Heri Olsen fer at spæla í Turkihúsinum leygarkvøldið, og í Mentanarhúsinum verður góður dansur til tann ljósa morgun við Four Menh.