Tað spøkir…

Spennandi elektroniski poppbólkurin The Ghost vann Planet virðislønina fyri at vera besti nýggi bólkur

Teir vóru fegnir um bara at verða tilnevndir til eina Planet virðisløn. Og tá ið teir so eisini vunnu, vóru teir sera fegnir.

Filip Mortensen og Urbanus Olsen hava seinasta árið av álvara fingið fast undir føturnar sum elektroniskur poppbólkur.

- Vit hava roynt okkum eitt sindur fram, men tað er serliga hesa seinastu tíðina, at vit ordiliga hava funnið okkara stíl, sigur Filip Mortensen.

Tónleikurin er eitt slag av elektroniskum poppi. Hann er minimalistiskur, rútmiskur og egin; ein samanseting av elektroniskum rútmum og hondspældum gittara og synthesizara. Konsertirnar hjá teimum eru sera lívligar, serliga er sangarin Filip Mortensen sum ein sekkur av loppum.