Tað snýr seg um bøkur og kappróður

6?mannafør kvinnur: Helvtin av manningini á Páll Fanga gongur í hesum døgum til próvtøku fleiri ferðir um vikuna


 

Fyrr hevur verið sagt, at kappróðrarárið ? sammett við árini hjá flestu øðrum ítróttargreinum ? er stutt. Í nógvum feløgum hava bátarnir í mong ár verið flotaðir flaggdagin, og so hevur verið drivið á inntil á ólavsøku.

Nú er hetta søga í nógvum feløgum. Eitt dømi um hetta er í Klaksvík, har tey fóru undir fyrstu venjingarnar tíðliga á árinum. Felagið keypti í vetur tríggjar rógvimaskinur. Tær fingu toyggið vetrarmánaðirnar, og tá tað var liðið eitt sindur út, vórðu gomlu bátarnir flotaðir. Síðst í apríl vóru nýggju bátarnir klárir, og síðani tá eru teir vornir partur av býarmyndini.

Fyrstu lønina fyri nógvu venjingina fingu kvinnurnar umborð á Páll Fanga leygardagin:

? Venjingarstøðan er væl betur, enn hon hevur verið undanfarin ár. Vit hugsaðu um Jarnbard og Sølmund, og tað var virkuliga deiligt, at vit fingu ein góðan start. Stýrimaðurin hjá okkum segði nokk so skjótt, at vit høvdu fingið Jarnbard afturum okkum. Tá tú fært kappingarneytarnar afturum, kennist tað, sum um tað verður lættari at rógva.

Hetta sigur Beinta Klakkstein. Hon er nevndarlimur í Klaksvíkar Róðrarfelag og ein av manningini umborð á Páll Fanga. Tær vita, hvat tað er at rógva kapp. Manningin er ímillum 19 og 24 ár, og tær vóru allar við Páll Fanga í fjør. Tá vóru tær onkra ferðina nummar tvey og trý, men í samlaða roknskapinum endaðu tær á fimta plássi.

Tríggjar tær næstu vikurnar hugsa fleiri av Páll Fanga kvinnunum bara um venjing og bøkur. Tær stríðast við próvtøkurnar á HF skeiðnum í Klaksvík. Munnligu próvtøkurnar hjá HFarunm eru nógvar, so tær hava ikki stundir at spáka aftur og fram og so at siga sóla sær í norðoyarstevnu sigrinum.

Umborð á Páll Fanga er Solby Eliasen stýrimaður. Á lærinum eru Beinta Klakkstein og Anna Mohr. Í rúminum sita Olevina Jacobsen og Rósa Petersen, og Rannvá Dahl og Rannvá Jacobsen sita á toftini.

Spildurnýggjur

Páll Fangi var leysur av hinum bátunum, tá hann kom á mál. Sølmundur, sum eisini er nýggjur bátur, hevði góðan start. Hann var næstur á mál, men kappingin við Víking var stór.

Jarnbardur datt eina bátslongd afturum, tá málið var hálvrógvið, og hann megnaði ikki at koma afturíaftur.

Ein spildurnýggjur bátur var við í kappingini. Fortuna hjá vestmenningum hevði ongantíð flotið, tá teir komu til Klaksvíkar við henni. Hesa ferð endaði nýggi vestmannabáturin næstaftast, men tað kann væl hugsast, at vestmannakvinnur fara at gera um seg á øðrum stevnum. Men tað skal nógv til fyri at taka Páll Fanga. So mikið sást á norðoyarstevnuni.