Eftir eina drúgva ferð úr Montenegro í gjár, var aftur venjing á skránni í dag.
Leikararnir høvdu eina venjing fyrrapart, og hava síðani havt taktikkfund seinnapartin.
Nógv hvílitíð er eisini sett inn í skránna, men tað snýr seg eisini um at binda frið á aðrar hættir.
Tí fór landsliðið aftur til høllina í Skjern í kvøld, har teir fyrst fingu ein bita og síðani fóru at bovla í bovlinghøllini í stóru ítrottarmiðstøðini.
Komnir inn í miðstøðina sást beinanvegin at Niklas Simonsen var serliga staðkendur. Hann hevur nevnliga búð á hondbóltsskúlanum og vant við Skjern í tvey ár, so hann visti hvar leiðin gekk.
Beint uttan fyri bovlinghøllina stóð eisini ein fitt rúgva av føroyingum og tók ímóti landsliðnum. Tey eru fjepparar, foreldur, systkin og vinfólk, ið gista á hondbóltsskúlanum í stóru miðstøðini, og tey fingu høvi at heilsa upp á leikararnar.
Bovlingin gekk sum vera mann fyri seg við tí kappingarídni, ið eyðkennir hópin. Fyrst var spælt um stig sum vanligt er, men so fóru menn at bjóða hvørjum øðrum av í at skjóta flottastu skotini. Sterku skotarmarnir vóru veriliga royndir av hesa løtuna.
-Tað snýr seg um at fáa tíðina at ganga, sigur Niklas Simonsen, ið vísir á at long tíð fer við at bíða eftir dystinum, og at hetta gevur vanda fyri at eitt ávíst friðloysi legst á leikararnar.
Tí er tað umráðandi at leikararnir sleppa at stuttleika og hugna sær eisini, og tað gera teir sanniliga í kvøld, áðrenn tað einans fer at snúgva seg um hondbólt í morgin.
Landsdysturin Føroyar - Danmark verður spældur leygardagin 15.10 føroyska tíð.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum