Tað slitnaði ongantíð sundur

Eysturoyingurin var aftur drúgvastur, men enn eina ferð vóru bátarnir so mikið tættir, at tað alla tíðina var samband millum teir fýra bátarnar

Kappróður er altíð spennandi fyri luttakararnar og tey, sum kenna seg at vera tætt knýtt at manningunum. Fyri áskoðararnar, sum ikki hava so fast tilknýti til einstøku manningarnar og kappingarnar, kann tað tykjast eitt sindur langligt og ikki altíð so hugaligt at bíða. Og hóast kappingin millum 10-mannaførini verður søgd at vera tann í 1. deild ella kanska tann í superliguni, so hevur hon ikki altíð henda dámin yvir sær, tí hon er síðst, og kuldi og ótolni bera við sær, at tað kennist eitt sindur keðiligt.
Einki sovorðið varð tað hugsað um, tá ið 10-mannaførini róðu í Fuglafirði leygardagin. Har gekk tað so mikið skjótt fyri seg, at 10-mannaførini komu á mál áðrenn klokkan var 17.30, og bíðitíðin kendist ikki long, tí veðrið var so framúr, og tað varð skipað fyri fleiri barnaróðrum.
Og sjálv kappingin millum 10-mannaførini var eisini framúr. Fyrsti spurningurin var, um Eysturoyingurin fór at vera førur fyri at taka fremsta plássið aftur, sum Nólsoyingurin tók frá teimum á Jóansøku.
Spurningurin varð ikki svaraður fyrrenn fyrsta skotið small á málinum. Á málinum var guli báturin eina hálva bátslongd undan tí svarta. Men á teimum 2000 metrunum var støðugur spenningur, og fleiri ferðir vóru aðrir bátar enn Eysturoyingurin fremstir.
Havnarbáturin, sum vann á Norðoyastevnu, men sum tað síðani ikki hevur roynst so væl hjá, tóktist á fyrsta teininum at ætla sær at vinna við taktikkinum, sum Eysturoyingur plagar at brúka, og sum Nólsoyingur hevði stórt gagn av á Trongisvágsfirði. Men á 1500 metra málinum var Eysturoyingurin skutin frammanfyri teir næstu. Havnarbáturin vildi kortini ikki sleppa. Á 1000 metra málinum stóð aftur stavn um stavn millum Havnarbátin og Eysturoyingin, og so var eina løtu púra javnt millum hesar báðar og Nólsoyingin. Einasti báturin, sum alla tíðina helt pláss, um tað ber til at siga tað soleiðis, var Vestmenningur, ið alla tíðina var aftastur. Men hann var ongantíð so mikið nógv aftastur, at tað var leyst frá hinum bátunum og aftur til hansara.
Í endaspurtinum vóru áskoðararnir vitni til framúr intensa og spennandi kapping á deyðavatni. Teir sóu, at Havnarbáturin ikki heilt megnaði at fylgja hinum báðum, og at teir umborð á Eysturoyingi høvdu eitt vet meiri í sær, enn teir høvdu umborð á Nólsoyinginum. Men tað var framúr undirhald, og tjóðarítróttin vísti seg frá bestu síðuni.