Tá Skúlin við Streymin hátíðarhelt brúnna

- Veðrið var av tí allar besta, og dagurin var bæði stuttligur og læruríkur, siga tey í Sunda kommunu.

Skúlin við Streymin gjørdi nógv burturúr, tá brúgvin um Streymin gjørdist 50 ár herfyri.

 

- Hósvíkar og Hvalvíkar skúli vóru eisini við. Byrjað varð í flokkunum, har tey gjørdu seg klár til dagin við ymiskum prýði.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at frásøga var á Torginum, har Edmund Joensen, Arnold Joensen og Elsebeth Maria Johannesen greiddu frá um brúnna og týdninginum, brúgvin hevur havt.

 

- Eftir hettar fóru øll skúðgongu yvir til brúnna. Veðrið var av tí allar besta, og dagurin var bæði stuttligur og læruríkur. 

 

Børnini í Skúlanum við Streymin høvdu skipað fyri eina framsýning, har tey høvdu teknað brúnna.

 

- Ótrúliga nógvar kreativar, vakrar og fittar myndir, siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

##med2##