Tað skuldi snúgva seg um álit -men tað endaði við elastikk í meturmál!!

Tummas í Garði

At vit í Fólkaflokkinum ikki eru nøgdir við ta samgongu sum spurdist burtur úr býráðsvalinum í Havn er einki at undrast á.
Vit høvdu ov nógv álit á totalt óálítandi persónum - So berini sum vit ikki rukku eru sjálvsagt súr.
Hinvegin má smakkurin hjá sambandsveljarunum hjá Heðini Mortensen, og teimum tjóðveldisveljarum sum verðunliga meina nakað við parolurnar um álit ? gjøgnumskygni og opinleika, vera út av lagi ringur!
"Tað snýr seg um álit" - varð aftur og aftur at síggja í stórum lýsingum hjá Tjóðveldisflokkinum.
Hvør skuldi hava álit á hvønn??
Skuldi veljarin hava álit á at valevnini vóru so reiðilig og virðilig sum tey søgdu seg at vera ? ella var tað bert valevni sum bað um álit frá veljarunum at geva sær atkvøðuna, og so kundu tey annars gloyma alt um álit og reiðiligheit aftaná??
Valnáttin prógvaði, at tað var tað seinna!!
"Burtur við Jan og Heðin ? so verða vit øll fegin" ? stóð við stórum stavum á valplakatum hjá Tjóðveldisflokkinum. Men blekkið var ikki tornað á fyrsta samgonguavtaluni, so høvdu hesir somu valt Heðin til borgarstjóra.
Væl vitandi, at ein stórur partur av teim sokallaðu byggiskandalunum og brotnu byggisamtyktunum sum anstøðan hevur livað høgt uppá seinasta valskeið, júst vóru "uppvask" eftir sama Heðin Mortensen. Álit ?? - Skil tað hvør ið kann!!
Tjóðveldisflokkurin tykist at hava tað við álitinum, sum kendi danski rithøvundurin Sherfig hevði tað við tonnunum: Vanliga tosar man ikki við nakran um sínar egnu tenn - um man ger tað allatíðina, so er tað, tí man hevur trupulleikar.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, er jú komin á "skafottið" í flokkinum, tí hann hevur gjørt vart við tað stóra "skisma" sum er ímillum tosi um álit og gjøgnumskygni, og so tað sum verðunliga hendir handan leiktjøldini.
Hetta tosi um álit og gjøgnumskygni hjá Tjóðveldisflokkinum er við Býráðsvalið í Havn, enn einaferð prógva at vera eitt langt elastikk ?, men tað kann væl ikki tambast óendaligt ? einaferð slitnar tað við eitt brak!!