Tað skuldi ikki verða

Sigrfríður Clementsen var rættiliga vónbrotin eftir dystin, men hann metir ikki, at tað, sum hevur verið kring Egil á Bø serliga hevði nakað at siga.

- Vit ætlaðu sjálvandi at vinna, og høvdu sett nøsina upp ímóti tí, og eg haldi ikki, at tað hevði nakað at siga, at tað stóra er at fara eftir við Egili á Bø. Eg setti liðið við teimum leikarunum, sum eg ætlaði, og tá menninir koma á vøllin, tá haldi eg ikki, at nakar hugsar um tað, segði venjarin hjá EB/Streymi.

Hann greiddi eisini frá, at árið ikki hevur verið eins gott og í fjør, men at vónirnar til komandi tíðir ikki eru so galnar.