Tað skuldi haldast

Við einum avriki, sum nærum kann tryggja henni heitið sum ársins spælari, var Manuela Stan Jensen størsti vinnarin av øllum leygardagin

Vinnari

Tað var eingin ivi um, hvør var stóri spælarin í kvinnufinaluni. Manuela Stan Jensen hevði við framúrskarandi málmansspæli hildið Stjørnuni burtur frá stóra steypinum, og eingin ivi um, at tað var hana, sum miðlarnir vildu hava orðið á eftir dystin.
Sjálv hevði Manu tó ikki tann stóra hugin at gera nógv burtur úr sær sjálvari. Men efftir at hava fingið ein lufttúr frá liðfeløgunum, mátti nakað av tíð setast av kortini.
Fáorðað greiiddi hon frá, at hon sjálvandi var fegin um sigurin.
 Vit trúu uppá, at hetta skuldi lata seg gera, og vit stríddust alla tíðina fyri hesum.
Men tað sá tó svart út til tíðir. Hvat hugsaði tú, tá tit bara tríggjar minuttir fyri dystarlok vórðu skerdar við tveimum spælarum?
 Eg hati at tapa. Og tí kundu vit ikki missa takið so seint í dystinum. Tað mátti bara ikki henda, so vit máttu bara allar stríðast enn meira. Og tað riggaði tíbetur, segði ein flennandi málverji at enda.