Tað skuldi bara manglað Bjarni!

Hóast fyrrverandi stjór­in í Eik Banka, Bjarni Olsen, ikki vildi hava sitandi á sær, at hann grovliga hevur misrøkt sítt stjórastarv, so kom Føroya Rættur til ta nið­ur­støðu, at nýggi Eik Banki hevði rætt at burt­ur­vísa stjór­an og har­við ikki gjalda honum tær 2,7 mill­i­ónir krón­ur­nar, sum hann fekk lov­að sum gylt lógva­tak frá nevndini í gamla Eik Banka.

Sum vit hava ver­ið inni á áður, so man í besta føri okkurt vera galið við met­ing­ar­evnunum hjá Bjarna Olsen, tá hann kem­ur sær at fara í rættin við hes­um máli.

Eitt er, at ein in­kom­pe­tent bankanevnd í tøkum tíma bara koyr­ir stjórarnar til hús, áðr­enn alt korthúsið rapar. At nevndin ikki bein­an­veg­in burt­ur­vís­ir stjór­ar­nar, men sendir teir til hús við fleiri milliónum í reyva­lumm­a­num – er ikki annað enn prógv um tað vit­loysi, sum fór fram í gamla Eik Banka, og sum hevur kost­að van­lig­um góð­­trú­num før­oy­ing­um nógv­ar mill­i­ón­ir í mist­ari upp­spar­ing – eft­ir at smart­ir banka­ráð­gev­ar­ar lokk­aðu fólk at kon­vert­era upp­spar­ing til parta­pen­ing.

– Vit kunnu bert fegn­ast um, at danska banka­skip­an­in bjargaði okkum und­an to­t­alu katastrofuni við at lofta bankanum við milliarda innspræning.

Men mong eru tey óseku, ið líða, sum áttu at fingið endurgjald, áðrenn túrurin kemur til stjórarnar, sum hava ábyrgdina av øllum galskapinum!