Tað skrædnaði á Sevmýri

Løgmanssteypið: Eftir at tað í fyrra umfarinum hevði verið tætt og javnt skolaðu málini ígjøgnum hjá heimaliðnum í 2. hálvleiki

Lynge Nielsen arbeiðir miðvíst fyri at mynda eitt 2. deildarlið á Tvøroyri, sum kann vera við í kappingini um uppflyting. At tað gongur rætta vegin var 1. hálvleikur móti GÍ góð ábending um. Tað gekk báðar vegir, og teir á heimaliðnum høvdu møguleikar at skora á sama hátt, sum gestirnir høvdu sínar møguleikar.

At GÍ skuldi fara norður aftur við 10?0 sigir vóru ongar ábendingar um, men 2. hálvleikur var staðfesting av, at hóast tað gongur rætta vegin hjá TB, so er langt á mál, m.a. tí liðið er mannað við ungum og óroyndum monnum, sum sjálvsagt ikki hava sinniliga yvirskotið, sum skal til at reisa seg, tá tað gongur minni væl.

Magni Jarnskor, sum var noyddur at fara av vøllinum miðskeiðis í 2. hálvleiki, tí hann hevði fingið ein lítlan løst, skoraði tvey mál beinanvegin í 2. hálvleiki. Tá tólv minuttir vóru farnir var støðan 5?0 til GÍ, og tískil var tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin fór at verða.

GÍ spældi skjótari í 2. hálvleiki, enn teir høvdu gjørt í fyrra umfarinum, og at tað er munur á royndum 1. deildarspælarum og ungum og óroyndum 2. deildarspælarum var sjón fyri søgn.


Liðini

Hjá GÍ var Sunvard Joensen í málinum. Í miðverjuni vóru Pól Ennigarð og Bartal Eliasen, og í borðunum vóru Áslakur Reinert Petersen og Súni Olsen. Á miðvøllinum vóru Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen og Pauli Jarnskor og í álopinum vóru Helgi Reinert Petersen, Óli Hansen og Henning Jarnskor.

Tað vil við øðrum orðum siga, at Johan Nielsen hevði tríggjar nýggjar menn millum teir fyrstu ellivu. Í Gøtu halda teir seg ikki hava nógv fólk. Men í 2. hálvleiki settu teir tríggjar spælarar inn. Ein teirra var Hans Pauli Petersen, sum spældi eitt sindur á besta liðnum fyri trimum árum síðani. Hann skoraði eitt mál, og hann tiltuskaði sær brotssparkið, sum Pauli Jarnskor skoraði uppá. Hinir báðir vóru Jónreid Dalheim og Pól Henning Jacobsen, sum undanfarin ár hava spælt nógv á næstbesta liðnum.

Hjá TB var Magni Petersen aftasti maður frammanfyri Magna Hentze. Hinir miðverjarnir vóru Tórður Mortensen og Petur Oluf Joensen. Á vongverjanum í høgru var Teitur Rasmussen og í vinstru var Vagnur Nolsøe. Á miðvøllinum vóru Jón Tórður Holm, Bárður Dimon og Einar Petersen, og í álopinum vóru Dan Mortensen og Hallur Christiansen. Í 2. hálvleiki komu Eyðun Svalbard og Dion Petersen inn.



TB?HB 0?10 (0?0)


0?1: Magni Jarnskor 47.

0?2: Magni Jarnskor 50.

0?3: Jóan Petur Olsen 54.

0?4: Helgi Reinert Petersen 55.

0?5: Óli Hansen 57.

0?6: Helgi Reinert Petersen 65.

0?7: Hans Pauli Petersen 70.

0?8: Pauli Jarnskor br 81.

0?9: Óli Hansen 88.

0?10: Súni Olsen 89.


Dómari: Petur Reinert