Tað skal vera stutt til sjúkrahúsið

Jákup Petersen, yvirlækni í Klaksvík, er samdur við Tummasi í Garði í, at ongi læknafaklig grundgeving er fyri fleiri sjúkrahúsum í Føroyum, men fyri hann er tað nærleikareglan, stutti teinurin millum sjúkling og sjúkrahús, ið er avgerandi. Tí skulu vit framhaldandi hava trý sjálvstøðug sjúkrahús, heldur hann.

Ingolf S. Olsen
Jákup Petersen, ortopedur og kirkurgiskur yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er sannførdur um, at vit framhaldandi skulu hava trý fult tilbúgvin, sjálvstøðug sjúkrahús í Føroyum. Kortini er hann púra samdur við Tummasi í Garði, narkosuyvirlækna og fyrrverandi læknastjóra á Landssjúkrahúsinum, í, at ongar beinleiðis læknafakligar grundgevingar eru fyri trimum sjúkrahúsum.
“Nei, tað høvdu neyvan doyð fleiri fólk, um vit stongdu í Klaksvík og á Tvøroyri, tí talið á sjúkrahúsum hevur lítla effekt á heilsuna sum so. Men nærleikareglan hevur eins nógv at siga her. At tað er stutt til sjúkrahúsið gevur fólkinum eina kenslu av tryggleika, og hon er sanniliga týdningarmikil at hava. Tað er ikki uttan orsøk, at tað eru 27 sjúkrahús í Íslandi, eitt fyri hvørji 12.000 fólk, og umleið 500 í Finnlandi, eitt fyri hvørji 10.000 fólk. Í Føroyum hava vit eitt fyri hvørji 18.000 fólk”, staðfestir Jákup Petersen í telefonini úr Svøríki.
Øll eru ov smá
Hann hevur ofta verið í andglettinum fyri sínar serstøður í læknafakligum spurningum, og tá tað snýr seg um heilsuverkið í síni heild. Og tó at hann tekur undir við, at ongi læknafaklig argument eru fyri fleiri sjúkrahúsum í Føroyum, so tekur hann als ikki undir við grundgevingunum hjá Tummasi í Garði fyri at leggja sjúkrahúsini undir eina leiðslu og miðsavna læknaligu førleikarnar í Havn.
“Tað er at villeiða seg sjálvan og onnur at láta sum um, at Landssjúkrahúsið er stórt og er ført fyri at virka á einum hægri støði enn sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy. Sannleikin er, at um føroysku sjúkrahúsini lógu í Danmark, so vórðu tey øll stongd. Sjúklingagrundarlagið er einfalt ov lítið til, at nakað av hesum sjúkrahúsunum kunnu lúka krøvini til dygd og royndir, sum verða sett sjúkrahúsunum í teimum størru grannalondunum, og eitt fólkagrundarlag á umleið 50.000 verðir ongantíð nóg mikið til einsamalt at kvalifisera nakran yvirlækna”, sigur Jákup Petersen.
Tískil ger tað hvørki frá ella til við atliti til viðgerðartíttleikin hjá hvørjum einstøkum skurðlækna, um tað eru trý ella eitt sjúkrahús í Føroyum, og tí verður hesin trupulleikin heldur ikki loystur við at steingja tey smáu sjúkrahúsini ella miðsavna sergreinarnar í Havn, heldur hann.
“Tað ger ongan mun í hesum høpinum, og tí er tað avgerandi, at føroyskir skurðlæknar leita sær vitan og royndir á sjúkrahúsum uttanlands”, sigur Jákup Petersen.
Eitt mark skal vera
Og tað er eisini júst tí, at hann í løtuni er í Svøríki. Har arbeiðir hann á Sunderby Sjukhus í Luleå. Hetta sjúkrahúsið hevur eitt fólkagrundarlag á umleið 250.000, og Jákup Petersen arbeiðir sum ortopediskur skurðlækni har fleiri ferðir um árið.
“Men sjálvt um tað ber væl til at fáa summi skurðviðgerðarøki, eitt nú ortopediskar skurðviðgerðir, at virka væl í Føroyum á henda hátt, so skulu vit vita, at tað eru mørk fyri, hvat vit eru før fyri við so lítlum fólkagrundarlagi. Tí eiga vit als ikki at fara undir viðgerðir, sum verða miðsavnaðar aðra staðir. Eitt nú vísa royndir, at nógv fleiri yvirliva krabbameinsviðgerð, har hon er miðsavnað. Úrsltið í Føroyum liggur á hesum økinum niðanfyri úrslitið í øðrum norðurlondum. So tá vit átaka okkum slíkar viðgerðir, hava vit skyldu at upplýsa sjúklingunum um betri viðgerðir aðrastaðir”, sigur Jákup Petersen og leggur afturat:
“Hetta er eitt viðkvæmt evni at koma inn á, men onkur má steðga hesum ella í øllum førum upplýsa um veruleikan, og tað geri eg.”
Egnar dagsskráir
Jákup Petersen heldur, at tað fyri politiska myndugleikan eigur at vera avgerandi at fáa óhefta ráðgeving um, hvussu okkara sjúkrahúsverk skal síggja út – við støði í verandi sjúkrahúslóg, ið sigur, at vit skulu hava trý sjúkrahús.
“Vit eiga at vænta okkum, at tað er ein politiskur vilji til, at tað sum kann gerast dygdargott í Føroyum, verður gjørt í Føroyum. Men tað nyttar onki at spyrja ein føroyskan yvirlækna um hesi viðurskiftini, tí teir hava altíð eina persónliga dagsskrá upp í – tað havi eg sjálvsagt eisini – og vilja verja sínar borgir. Tí mugu onnur eygu hyggja at hesum”, sigur Jákup Petersen.
Tá talan er um dupultfunksjónir, heldur hann, at trupulleikarnir ofta tykjast konstrueraðir fyri at stuðla undir ávísar dagsskráir.
“Summar dupultfunksjónir eru neyðugar. Fysioterapi, røntgen og narkosa má til dømis vera á øllum sjúkrahúsunum. Men tað er rætt, at tað ikki altíð er neyðugt at keypa somu dýru tólini til øll sjúkrahúsini. Hetta hava vit eisini tikið til okkum. Eitt nú høvdu vit ætlanir um at keypa onkrar skannarar til Klaksvíkar, men slógu av, tí útgerðin frammanundan var í Havn.”
“Annars kann tað undra, at tá tosað verður um dupultfunksjónir, so verður oftast fokuserað upp okkurt sum er eyka afturat Landssjúkrahúsinum. Men taka vit ortopediina, so byrjaði útskiftingin av mjadnum og knøum í Klaksvík. Tað sama gjørdu kikarakanningarnar, og kikaraskurðviðgerðirnar. Her høvdu vit eisini tann fyrsta protesumakaran – bandagistin – og ortopediska skómakaran. Og vit vóru eisini fyrstir at fara undir ryggjaskurðviðgerðir”, staðfestir kirurgiski yvirlæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Bráðmóttøka í Havn
Eisini hann heldur, at bráðmóttøkurnar á føroysku sjúkrahúsunum eiga at miðsavnast í Havn. Í Klaksvík og á Tvøroyri eigur so at verða fokuserað upp á tilrættalagda kirurgi, ella elektiva kirurgi, sum tað eitur á læknamáli.
“Spesialiserað viðgerð eigur at vera grundarlagið undir teimum smærru sjúkrahúsunum, meðan akutta viðgerðin eigur at avmarkast til lívbjargandi ella stabiliserandi viðgerð á staðnum. Fyri at gera hesa umskipan, er eisini neyðugt at taka alt heilsuøkið við, tí nógv av tí, sum okkara forvakt ger nú, er kommunulæknaarbeiði”, sigur Jákup Petersen.
(Mynd) Jákup Petersen ger fleiri hundrað ortopediskar kurðviðgerðir um árið í Klaksvík og uttanlands, serliga í Svøríki. Sama um tað er eitt ella trý sjúkrahús í Føroyum, so er neyðugt at leita sær vitan og royndir uttanlands, tí fólkagrundarlagið her heima er so lítið, heldur hann.