Sum støðan er nú, er tað alt ov tvørligt hjá ítróttarfeløgum at fáa fólk til at taka á seg uppgávur sum dómarar, venjarar og hjálparfólk annars
Tað heldur Rani Andrasson Skaalum, sum hevur sæti á Løgtingi fyri Miðflokkin, nú Jenis av Rana er í farloyvi.
Tí vil hann hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um nøkur ætlan fyriliggur um at broyta skipanina, so at tað verður lættari hjá ítróttarfeløgum at fáa fólk at átaka sær arbeiði fyri felagið.
Hann vísir á, at sum skipanin er nú, ber til at hjá fólki at forvinna 30.000 krónur um árið frá einum ítróttarfelag, áðrenn inntøkan verður skattað. Men hetta loftið er ein forðing, ið veksur um ójøvnu kappingina ímillum smá og stór feløg um venjarar og onnur hjálparfólk.
– Tað er tí at loftið ger tað, at fólk heldur setast aftur, ella mugu biðja um hægri samsýning fyri ikki at missa pening, tí koma tey upp um hasar 30.000 krónurnar, mugu tey siga arbeiði frá sær ella krevja væl hægri samsýning, fyri ikki at missa pengar.
Rani Andrasson Skaalum heldur, at skipanin sum er, kann eisini eggja til spekulasjón. Eitt dømi er, at ein venjari, sum væntar at fara upp um loftið í november ella desember, kann syrgja fyri at fáa ein part av inntøkuni goldna árið eftir fyri at sleppa undan at fara upp um loftið.
– Í hesum førinum missir landskassin allan skattapeningin, sigur hann.
Tí vil hann hava at vita frá Kristinu Háfoss um nøkur útlit eru til, at inntøkan, dómarar, linjuverjar, venjarar, og hjálparfólk annars, fáa frá ítróttafeløgum, verður gjørdur til ein serstakan botnfrádrátt í inntøkuni. Verður tað gjørt, kann inntøkan, sum er omanfyri 30.000 krónur, verða skattað sum vanlig inntøka.
Hann heldur, at hetta hevði verið ein smidligari skipan, har skattainntøkurnar frá ítróttarsamsýningum helst eisini fara at hækka.










