Tað skal vera lættari at finna ein hjartastartara í Føroyum

Nú skal eitt alment yvirlit gerast yvir, hvar í Føroyum hjartastartarar eru.

Tað er langt síðani prógvað í verki, at hjartastartarar bjarga mannalívum og tískil hava teir ómetaliga stóran týdning.

Hesi seinastu árini eru hjartastartar vorðnir rættiliga bíligir og lættir at brúka, og tað hevur ført við sær, at nú eru teir at finna á nógvum arbeiðsplássum og í húsum og á støðum, har nógv fólk savnast.

Jógvan Jensen á Ansni Tilbúgving, metir, at einir 200 hjartastartarar eru runt um í landinum.

Men teir gera lítla og onga nyttu so leingi fólk ikki vita, hvar teir eru.

Tí verður nú ein heimasíða gjørd við einum yvirliti yvir, hvar hjartastartarnir eru.

Jógvan Jensen, sum stendur fyri hesum, væntar kann ikki, at heimasíðan verður heilt fullfíggjað beinanvegin, men í løtuni verður roynt at kanna, hvar, hjartastartarar eru, so at teir kunnu verða skrásettir.

Hann sigur, at roynt verður at hava minst 50 hjartastartarar við í yvirlitinum, tá ið heimasíðan verður latin upp.

Endamálið er sjálvandi, at yvirlitið skal vera so fullfíggjað, sum gjørligt. Á heimasíðuni fer tískil eisini at bera til hjá teimum, sum hava hjartastartara, ella útvega sær ein, at skráseta hann, so at øll vita, at hann er til.

Har ber sjálvandi eisini til at skráseta broytingar, so stóran mun stendur tað til tey, sum hava hjartastartara, at skráseta teir, so at yvirlitið verður so fullfíggjað, sum gjørligt.

Somuleiðis fer tað at bera til at fáa yvirlitið á fartelefonina. Tað merkir, at verður skipað fyri einum tiltaki onkustaðni, ber altíð til at sláa upp á fartelefonini at vita, hvar nærmasti hjartastartari er, skuldi brúk verið fyri tí.

Jógvan Jensen hugsar sær eisini, at tey, sum skipa fyri tiltøkum, prenta eitt yvirlit yvir hjartastartararnar, sum eru í nánd, og so kann yvirlitið hongjast upp ymsastaðni, har tiltakið er.

Hann ímyndar sær eisini, at Alarmsentralurin hevur yvirlitið liggjandi klárt á telduni, so at tey, sum fáa brúk fyri tí, kunnu fáa boð alt fyri eitt um, hvar tann nærmasti hjartastartari er.

Eisini í Miðlahúsinum hava vit hjartastartara. Hann er beint innanfyri durin og tað er hann, sum sæst í myndini.

Heimasíðani við yvirlitinum yvir hjartastartarar, eitur www.hjartastartarin.fo