Tað skal vera gott at blíva gamal

Bústaðarviðurskiftini hjá eldru borgarum í Tórshavnar Kommunu eru sera vánalig.

 

Elin Lindenskov,

býráðslimur www.lindenskov.com



Serliga er tørvur á ellis- og røktarheimsplássum. Ellis- og røktarheim eru landsmál burturav. Fyri Suðurstreymoyar økið er hetta sera óheppi. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur sagt, at helst ongar íløgur skulu gerast í miðstaðaðar økinum, langt fram í tíðina, tí sambært honum er ov nógv arbeiði í gongd her. Hetta hóast ein kanning, sum bleiv gjørd m.a. av bústaðarmøguleikunum hjá eldir borgarum í Tórshavnar Kommunu, vísir at her er tørvur á eini 60 - 80 røktarheimsplássum beinanvegin.

Av tí at vit ikki kunna vænta nakað frá landsins síðu, keypti kommunan eini sethús í Hoydølum, sum eftir eina umvæling er blivi eldrasambýli til 9 fólk.

Í løtuni verður atbeitt við at projektera eitt eldrasambýli við Vallalíð. Har verður pláss fyri 16 senil-dementum fólkum.

Kommunan hevur saman við Íbúðargrunninum keypt eina ogn Undir Pisuvarða , sum nú verður umvæld, til nakrar eldraíbúðir.

Eldraálitið frá desember 1999 er eitt sera gott grundarlag undir einum virknum eldrapolitikki í Tórshavnar kommunu. Vit í Javnaðarflokkinum vilja framhaldandi virka fyri at eldraøkið gerst kommunalt mál, soleiðis at vit veruliga kunna reka eldrapolitik í kommununi. Tórshavnar kommuna skal gerast ein góð kommuna at gerast gamal í. Vilt tú eldru borgarum væl, so er at atkvøða fyri lista C.