Tað skal verða pláss fyri børnunum

Málbólkurin hjá Fjarðafestivalinum hevur altíð verið familjur við børnum, og í ár verður ikki øðrvísi.

Undanfarnu ár hevur eitt barnatiltak verið á festivalinum. Eyðun Jacobsen, fyriskipari, sigur, at í ár verður enn ein stórur pallur, og hevur hann til endamáls, at geva familjum møguleikan, at luttaka á festivalinum frá byrjan til enda.

Fjarðafestivalurin nærkast í heilum, og fríggjadagin kl. 18.30 setur Regin Jacobsen, ársins leiðar, gongd á festivalin.

 

Undanfarnu ár hevur festivalurin ligið í august mánaði, men í ár hava fyrireikarar lagt seg á hetta fyrsta vikuskiftið í juni.

 

-Vit hava flutt festivalin, tí hendan tíðin er betri egnað til tjalding og húsvognatúrar, sigur Eyðun Jacobsen, fyriskipari.

Fjarðafestivalurin hevur altíð lagt seg eftir familjum, men í ár verður størri dentur lagdur á trivnaðin hjá eitt nú børnunum.

 

-Vit hava ein stóran pall, har drama og annar sjónleikur verður í tilboðið til børnini, og hoppiborgir og annað verður á festivalinum, soleiðis at vit tryggja okkum, at børnini eisini trívast, sigur Eyðun Jacobsen.

 

Áhugin er støðugur

Atgongumerkjasølan er sambært fyriskiparum eins og hon hevur verið undanfarnu ár, men í ár hava fyriskiparar av Fjarðafestivalinum roynt minkað um útreiðslurnar. Eitt nú eru tvey útlendsk nøvn færri, enn tað hava verið undanfarnu ár. Men atgongumerkini eru helmingin bíligari í ár, í mun til í fjør.

 

-Vit hava roynt at minkað um útreiðslurnar, tí vit vilja minkað um prísin av atgongumerkjunum, soleiðis at familjur við fleiri børnum eisini hava møguleikan at luttaka, sigur Eyðun Jacobsen.

Undanfarnu ár hava atgongumerkini ligið um 800 krónur, men í ár kunnu atgongumerki keypast fyri helmingin av hesari upphæddini.

 

Fordómar steðga pengunum

Hóast tað gongur eftir ætlan hjá Fjarðafestivalinum, so hava nógvar forðingar verið á vegnum ? eitt nú tá talan er um at finna stuðlar.

 

-Eg haldi, at vit hava nógvar fordóma ímóti okkum, og tí er tað ógvuliga trupult at finna stuðlar, sigur Eyðun Jacobsen.

Fyrireikarar siga, at royndir teirra vísa, at ein kristiligur festivalur ikki altíð hóskar inn í ætlanirnar hjá stórum stuðlum.