Tað skal verða lættari hjá eldri fólki at fáa fatur á lækna

Mangan er neyðugt at brúka rættiliga nógva tíð upp á at fatur á einum kommunulækna

Tað skal vera lættari hjá eldri fólki at fáa fatur á einum kommunulækna. Tað halda tey í Tórshavnar býráði, og Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini, sigur, at tey taka nú stig til at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á læknar. 

Hon nevnir, at starvsfólk á ellis- og røktarheimum brúka rættiliga nógva tíð upp á at fáa fatur á lækna og nú verður roynt at fáa útvegir fyri at fáa tað at ganga smidligari.

Í hesum sambandi heldur hon, at tað eigur at bera til at fáa meiri burtur úr øllum teimum talgildu samskiftismøguleikunum, sum nú eru.

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at ein týðandi partur av hesum verður at fara undir samráðingar Heilsutrygd um at fáa ein kommulækna, sum skal vera til eldraøkið burturav. Hon hugsar um ein kommunulækna, sum er serkønur í sjúkum hjá eldri fólki.

Hon ásannar, at tað kann at gera seg inn á persónliga frælsið hjá fólki, tí ofta hava tey havt sama lækna í fleiri ár, so tað kann vera trupult at skifta, tá ið ein er komin upp í árini. 

Hon heldur, at eldraøkið eigur eisini at fáa ein tannlækna burturav, tað skal vera ein tannlækni, sum er knýttur at øllum eldrabýlunum í kommununu. Hon heldur, at hetta hevði verið ein stórur fyrimynur, tí góð heilsa, og góð tannrøkt, eru avgjørt tvær týdningarmiklir partar av einum góðum lívi sum eldri.