Nú skal tað verða lættari hjá benistøðum at fáa fatur á bilførarum, sum fylla sær tangan – men sum síðani koyra avstað uttan at rinda rokningina.
Í hesum sambandi hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at benstøðir skulu fáa beinleiðis teldu-samband við talgilda skránna hjá Akstovuni við upplýsingum um, hvør eigur ein bil við eini ávísari nummarplátu.
Jørgen Niclasen sigur, at Handilsvinnufelagið hevur víst á, at bensinstøðir hava fyri neyðini at fáa talgilda atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni.
– Tað hendir seg dagliga, at bilførarar gloyma at rinda rokningina, tá teir hava fylt brennievni á bilin á onkrari av bensinstøðunum kring landið, sigur hann.
Í dag er mannagongdin tann, at bensinstøðirnar mugu senda Akstovuni teldubræv til fyri at finna fram til tann, sum eigur bilin.
– Hetta kann taka fleiri dagar at avgreiða. Í summum førum kann tað taka so langa tíð, at tað ikki ber til at finna fram til eigara.
Jørgen Niclasen heldur, at sostatt krevur hetta óneyðuga nógva umsiting, bæði á bensinstøðunum og á Akstovuni, so fáa bensinstøðirnar beinleiðis atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni, fer tað at lætta munandi um.
Bensinstøðirnar hava í dag eina skipan sum tryggjar, at bara nøkur fá av starvsfólkunum sleppa at hyggja eftir myndunum frá vakmyndatólunum, tá ið bilar av ósketni ikki rinda rokningina fyri brennievni. Starvsfólkini skulu eisini vera tvey, tá ið tey hyggja eftir myndum frá vakmyndatólunum.