Høgni Mikkelsen
býráðslimir
Valevni fyri sambandsflokkin til Tórshavnar Kommunu
Tað er trupult at blíva gamal í Tórshavnar Kommunu, tí at tørvurin á Ellis- og Røktarheimum er ikki nøktandi.
Trupulleikin er ikki bara hjá teimum gomlu, men sanniliga eisini hjá teimum avvarðandi, tí samfelagið er soleiðis sett saman, at tey eru noydd at arbeiða fyri at fáa dagligdagin at hanga saman, og tískil hava tey hvørki tíð ella orku til tey gomlu og veiku.
Sitandi samgongan, sum eg eri partur av, setti sær fyri, at loysa barnaansingina í kommununi, og sum øllum kunnugt, so er hann loystur við ársenda.
Tað eru tey eldru sum hava lagt nógva orku í, at samfelagið er so gott sum tað er, og tí er tað ein skylda hjá komm-ununi at tey fáa ein góðan aldurdóm.
Tí vil eg gera mítt til at fáa Ellis- og Røktar-heim og stovnar til tey veiku, um eg veri afturvaldur.