Tað skal valdast við tignini

Steypafinalan í unglingadeildini verður spæld í arbeiðstíð og í kapping við skúlarnar, sum handa prógvini í hesi vikuni

 

Steypafinala


ÍF og KÍ eru komin í finaluna í steypakappingini í unglingadeildini. Bæði í Fuglafirði og í Klaksvík verður tað sæð við stórum spenningi fram ímóti dystinum. Seinastu árini hava tað serliga verið NSÍ og havnarfeløgini, sum hava verið frammarlaga í unglingadeildini, men hesa ferð eru tað altso ÍF og KÍ.

Í síðstu viku frættist frá Fótbóltssambandinum, at finalan skuldi spælast á Tórsvølli mikukvøldið klokkan 19. Í vikuskiftinum frættist, at nú er tíðin fyri dystarbyrjan broytt til klokkan 16. Hóast tað er ófatuligt, so hava feløgini í Klaksvík og í Fuglafirði eftir øllum at døma tikið hetta til eftirtektar, og so verður finalan millum unglingarnar í Klaksvík og Fuglafirði spæld í høvuðsstaðnum klokkan fýra seinnapartin í morgin.

At tað eru mong í Fuglafirði og í Klaksvík, sum undrast á tilrættaleggingina, vóru tað nógv prógv fyri við vøllin í Fuglafirði leygardagin og við vøllin í Klaksvík sunnudagin.


Kappast við skúlarnar

Sambært skipanini skuldi finalan í unglingadeildini verið spæld 31. mai. Umstøður vóru ikki at fáa hálvfinalurnar frá hondini fyrrenn í síðstu viku, so tað bar sjálvsagt ikki til at fylgja løgdu skránni. Nú skal finalan kroystast til at verða spæld í morgin ella í tí vikuni, tá prógvini í fólkaskúlunum og í miðnámsskúlunum verða handað.

Í skúlanum í Fuglafirði verður samkoman, har prógvini verða handað, mikukvøldið klokkan sjey. Fleiri av unglingunum skulu tá møta upp ? ivaleyst í føroyskum klæðum. Men áðrenn teir koma har til, hevur FSF gjørt av, at teir tríggjar tímar frammanundan skulu spæla finalu í Gundadali. Teir skulu spæla tvær ferðir trý korter ? í minsta lagið og inn ímillum skulu teir hvíla seg í eitt korter. Tað kemur ofta fyri, at finalur enda við longdari leiktíð og brotssparkskapping. So skal nýklækti landsstýrismaðurin í mentamálum handa steyp, og so skulu vinnararnir avmyndast og renna sigursrundu. Vit mugu vóna, at Súni í Hjøllum, skúlastjóri í Fuglafirði, ikki verður liðugur at handa prógvini, tá útlúgvaðu fótbóltsspælararnir koma norður!

Samstundis sum klaksvíkingar og fuglfirðingar skulu spæla finalu í høvuðsstaðnum, verða prógvini handað í studentaskúlanum á Kambsdali. Hetta er altíð hátíðarligt, og soleiðis verður tað vónandi eisini hesa ferð. Bæði í Klaksvík og Fuglafirði eru nógvir studentar. Fótbóltshugað, sum eru tætt at studentunum, skulu nú sita á Kambsdali og hugsa um unglingafinaluna, ella skulu teir sita í Gundadali og hugsa um hátíðarløtuna og prógvhandanina hjá Sámali í Skorini á Kambsdali!


Eisini hetta skal til Havnar

Higartil hevur tað verið soleiðis, at finalan hevur verið á uttanveltaðum vølli, sum hevur verið so høgligur hjá báðum pørtum, sum tað bar til. T. d. í fjør var finalan millum HB og NSÍ á Mølini á Eiði.

Eingin prinsippavgerð er tikin í FSF um, at finalan skal vera á Tórsvølli, men nú er tað knappliga íkomið, at tað er har, at hon skal vera, og í Klaksvík og í Fuglafirði standa tey spyrjandi. Nógv virksemi er tíbetur í báðum plássunum. Nógv av fólkinum er tímalønt. Um tey skulu síggja unglingarnar hjá sær stríðast í finaluni, so skulu tey skeiða seg út á middegi og missa harvið ein hálvan arbeiðsdag.

Um finalan varð spæld á nýggja undirlagnum í Gøtu klokkan sjey eitt yrkakvøld (ikki nú hóskvøldið tí tá verða prógvini handað í fólkaskúlunum í Klaksvík), men ógvuliga gjarna fríggjakvøldið ? tá hevði hon verið partur av varmakelduskránni uttan at vera í Fuglafirði ? so høvdu nógv fleiri áskoðarar bæði úr Klaksvík og Fuglafirði havt møguleika at sæð dystin, uttan at tað kostaði mista arbeiðstíð. Í Klaksvík hildu fleiri sunnudagin fyri, at tað hevði verið hugaligt í summarveðrinum at farið í maskinbáti yvir á Gøtu.

Tak meg ikki í tí, men nýklakti landsstýrismaðurin, Óli Holm, hevði neyvan havt nakað ímóti at koma norður til Gøtu, og um møguleiki ikki hevði verið fyri tí hjá honum, so hevði gamli mentamálaráðharrin ivaleyst verið fúsur at traðkað til. Men so hevði tað kanska gingið út yvir tignina?

Dysturin skal spælast á Tórsvølli, tí tað skal vera tign kring finaluna, eru boðini úr FSF. Vónandi eru tey fleiri, sum hava møguleika at keypa sær frí frá arbeiði, so tað verður hugaligt hjá spælarunum. Men tað er ilt at síggja tignina, tá FSF, sum annars tey seinnu árini hevur gjørt nógv fyri at stremba eftir at hava gott samstarv við tey, ið hava við ungdómarnar at gera, leggur seg út í kapping við tignarligastu løtuna øll tey árini, sum næmingar ganga í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlum.

Góðan dyst ÍF og KÍ. Vónandi verður spælið tignarligt and may the best team win!