Skal fiskivinnan kring landið klára seg, er tað neyðugt, at hon hevur somu møguleikar, sum fiskivinnan inni á meginøkinum.
Men tað hevur hon ikki í løtuni.
M.a. er tað nógv dýrari hjá virkjum kring landið at sleppa av við tað lidnu vøruna, tí hon skal í allar flestu førum fyrst flytast til Havnar, áðrenn hon fer at landinum.
Hetta ger, at fiskavirkini kring landið noyðast undir ein stóran eykakostnað fyri at sleppa av við tað lidnu vørunum, afturímóti virkjunum í Havn og nærhendis Havnini.
T.d. kostar tað virkjunum í Suðuroynni góð 40 oyru fyri kilo at flyta fiskin til Havnar og tað er útreiðslur sum virkini, sum liggja nærhendis Havnini, ikki hava.
Góð 40 oyru av hvørjum kilo er ikki sørt av pengum í fiskivinnuni, tí kappingin er gróthørð. Stjórin í Fiskavirking gjørdi eisini greitt í Sosialinum herfyri, at fyri Fiskavirking snúði hetta seg um eina eykaútreiðslu uppá millióna upphædd um árið, bara av virkinum á Tvøroyri, og tað hevði Fiskavirking ikki ráð til. Hann segði, at kom ikki broyting í hetta, kom fiskivinnan av sær sjálvum at laga seg soleiðis til, at hon flutti, har hon var mest kappingarfør. Og tað er í meginøkinum.
Fáa flutningsstuðul
Hesin ójavnin ímillum virkini í útjaðaranum og virkini í meginøkinum hevur gjørt, at landsstýrið hevur fingið nógvar áheitanir um at seta í verk stuðul til at flyta fisk av bygd, til Havnar til avskipingar.
Landsstýrið hevur arbeitt við málinum er er nú næstan komið undir land.
Vit hava fingið upplýst, at eitt uppskot til kunngerð um flutningsstuðul, er latin áhugafeløgum í fiskivinnuni til ummælis fyri tveimum vikum síðani.
Landssýrið skal hava ummælini aftur mitt í hesi vikuni mánaðinum.
Men tað er ongin ivi um, at ummælini verða góð, tí eftir uppskotinum, sum ætlanin er at seta í verk, verður at kalla ongin munur á fiskivinnuni á meginøkinum og í Havnini.
Tað er longu ein kunngerð í gildið sum letur stuðul til at flyta fisk av uppboðssølu ella avreiðingarmiðstøð til virkingar í oyggjum, har tað ikki er koyrandi um fjørð ella sund.
Roknað verður við einum grundprísi uppá 10 oyru fyri kilo í farmagjaldið. Síðani verður latin stuðul fyri tað, sum er omanfyri 10 oyru fyri kilo, tó mest upp í 35 oyru fyri kilo. Tvs, at tað mesta, sum fæst í stuðuli er 25 oyru fyri kilo.
Nú er ætlanin at seta at kalla somu kunnugerð í gildið fyri flutningin í hinum endanum eisini.
Tvs, at ætlanin er at lata stuðul fyri flutning av virkaðum fiski frá virkjunum til avskipingarhavnina, har ikki er koyrandi um fjørð ella sund.
Eisini her verður roknað við einum grundprísi uppá 10 oyru fyri kilo. Tað kemst av, at í megin-kinum kostar tað eini 10 oyru fyri kilo at flyta tiskin til Havnar
Síðani verður stuðul latin fyri alt tað, sum flutningskostnaðurin fer upp 10 oyru, tó mest upp í 35 oyru.
Sostatt verða 25 oyru eisini tað mesta, sum verður latið í stuðuli at flyta tað lidnu vøruna av virkinum til avskipingarhavnina.
Treytin fyri at at fáa hendan stuðulin er tó, at fiskurin er meiri virkaður enn bara sløgdur.
Taka undir við tí
Eitt av teimum feløgunum,sum uttan iva fær avgerðandi týdning fyri málið er Ráfiskakeyparafelagið.
Páll Gregersen sigur, at Ráfiskakeyparafelagið hevur ikki havt fund enn. Men hann ivast ikki í, at felagið fer at taka undir við uppskotinum.
- Vit leggja stóran dent á, at allir okkara limir eru líka væl fyri. Tí er onki at ivast í, at vit fara at taka undir við tí, sigur Páll Gregersen.