Palli Dalsgaard
_______
Nú er ráma skríggj, tí eldraøkið er skert við almennum pengum. Tað er sjálvandi harmuligt at so er. Men tilboðini til okkum gomlu eru eftirhondini so nógv, at pengarnir, ið játtaðir verða til hesi tilboð, røkka ikki til.
Antin landsstýrismaðurin í almannamálum eitur Hans Pauli Strøm ella hvat annað navn maðurin annars hevði havt, kundi verið líkamikið, uppgávan er ikki løtt at loysa. Mat mugu tey fáa, ið ikki klára at matskaffa sær sjálvum, sama við teim seingjaliggjandi og teim veiku, tey mugu fáa ta røkt teimum krevst. Men allar uppgávur kunnu ikki loysast yvir ein kamb, hvørki á eldraøkinum ella á nøkrum øki, okkurt má liggja á láni til umstøður verða at loysa so við og við. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi: »Hevur Hans Pauli Strøm verið ovmikið rúmmirskur?«, men svara kann eingin. Meiningar um loysnir á málinum hava longu verið frammi.
Borgmeistarin í Havn, Heðin Mortensen, sigur, at eldraøkið má leggjast til kommunurnar, og at Havnar kommuna hevur pengar til eldraøkið. Tað ljóðar bara gott. Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, hevur ta meining, at eldraøkið má leggjast út til kommunurnar, tí tá er málið nærri brúkaranum. Tað kann vera nakað sum tað, men hvat við teimum kommununum, sum ikki hava eina einastu krónu at gjalda nakað sum helst við? Hvussu verður vorðið har við teim gomlu? Døgurði fyri einans 30 kr. er nakað bíligur, hann kann væl kosta heldur meira. Pensjónin er til at brúka, nakað av stoltleika mugu vit hava at vísa teim yngru á, tí tað eru tey, ið skulu gjalda gildið.
Men eitt undrar okkum fleiri pensionistar og veljarar við, tað er, hví hvørki Útvarp ella sjónvarp nevna eitt einasta orð um blokkin, ið var minkaður av fullveldislandsstýri. Hví verður ikki spurt eftir teimum pengunum, sum tá vóru tiknir frá okkum? Her er úrslitið av tí minkingini, sum teir menninir hóreiggja sær av.
Hetta málið má geva okkum, sum alla tíðina tosa um yvirtøku, og teimum, sum rópa um fullveldi nakað at hugsa um. Tí tað skal meira til hesin enn bógslið.









