Fólkafloksungdómur
Um tað loysir seg at leiga út, so loysir tað seg eisini at leiga.
Í hesum døgum verður nógv tosað um, at Landsstýrið ætlar at selja íbúðarbygningarnar við Landssjúkrahúsið. Landsfelag Føroyinga í Útbúgving (LFÚ), mælir til, at gera hesar bygningar um til bústað til ung lesandi.
Fólkafloksungdómur hevur tó eitt annað uppskot.
LFÚ samd við Fólkafloksungdóm
Fólkafloksungdómur hevur verið á fundi við LFÚ har ið feløgini blivu samd um, at um skatturin av at leiga út bleiv lækkaður, so hevði hetta m.a. gagnað teimum lesandi, tí útboðið av leigumálum, bæði íbúðum og kømurum hevði blivið størri og tí vildi prísurin tí lækkað.
Útbúgving neyðug
Fyri eitt land sum Føroyar er tað alneyðugt, at tey sum velja at lesa í Føroyum hava eins góðar møguleikar sum uttanlands. Fólkafloksungdómur sær tað tó ikki sum nakrað forðing, at føroyingar velja at fara undir lesnað uttanlands, men tað skal ikki vera nakar trupulleiki av at koma aftur til Føroya, tí útboði at íbúðum og kømurum er dýrt og avmarkað.
Nokk at plássi til
Tað eru rættiliga nógv sum hava so mikið stór hús, at tað væl hevði borið til at leiga út, men av tí at tað ikki loysir seg, so lata tey vera. Munurin á føroyskum og donskum viðurskiftum er m.a. at í Keypmannahavn er ikki vanligt at hava hús inni býnum sum tað er í Føroyum, tað eru nógv fleiri íbúðarblokkar og tí ikki so vanligt at leiga partar av sethúsum út. Í Føroyum eru flestu sethús so mikið stór, at tað væl er møguligt at leiga partar út.
Í Stavanger og Oslo hevur man m.a gjørt tað, at upp til 50% at einum sethúsum kunnu leigast út skattafrítt, umframt, at viðkomandi sleppur frá at uppgeva roknskap. Tey sum leiga meira enn tað út, skulu lata roknskap inn og skattast av hesari inntøku hægri enn 50%. Hetta hevði við sær at útboði bleiv nógv størri og tískil gjørdi tað í stóran mun møguligt hjá lesandi at leiga.
»Win-win« støða
Um hugt verður eftir teimum norsku brosjurum av sniðhúsum í Noregi, so er í flestu førðum lagt upp til, at íbúð verður gjørd. Sjálvt um íløgan er tað størri, so loysir tað seg fyri viðkomandi og tí hækkar útboði av leigligheitum.
Oljuprísurin
Fjølmiðlarnir hava gjørt vart við, at eitt vanligt húsarhald skal gjalda 600,- eyka um mánaðin í olju og tí er tað upplagt at leiga út. Men tá ið tað ikki loysir seg, at leiga út, so heldur tað fólki aftur.
Vit meta, at tað snøgt sagt ikki loysir seg at leiga út. Umframt, at størsti parturin at teimum sum leiga út gera tað "svart".
Bústaðarpakkin
Uppskoti um Bústaðarpakkan hjá Samgonguni stendur m.a., at "Skattalóggávan verður broytt soleiðis, at skattingin av leiguinntøkui, ið stavar frá útleigu til privatar bústaðir, verður sett á ta støði sum vanligur partafelagsskattur".
Hesum uppskoti tekur Fólkafloksungdómur undir við og vónað at hetta uppskot verður samtykt skjótast gjørligt. Tí tað er alneyðugt, at fáa viðurskiftini í lag hjá teimum ungu og lesandi í Føroyum.