Tað skal koma øllum til góðar

Gongdin hesi seinastu árini hevur rakt verkafólk í Havnini, hart

Í fleiri áratíggjur hava fakfeløgini sóknast eftir einari nýggja lóggávu, sum skal tryggja, at fiskatilfeingi okkara, sum er ogn føroya fólks, eisini kemur øllum borgarum til góðar.

 

Tað staðfesta Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, og Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Í eini fráboðan í dag, har tey geva samgonguni sín fulla stuðul í arbeiðnum at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, staðfesta tey samstundis, at tað er uppgávan hjá politikarum at tryggja, at samfelagið, og hvør einstakur av okkara borgarum, fær sum mest burtur úr fiskatilfeingi okkara.

 

 

LES EISINI: Framferðin er óhugnalig

 

 

– Og tað kunnu vit bara tryggja við at Løgtingið og Fiskimálaráðið stýra fiskivinnuni soleiðis, at so nógv sum tilber at fiskinum verður virkaður í Føroyum og av føroyskum arbeiðsfólkum, siga arbeiðarafeløgini í Havn.

 

Tey siga, at bara soleiðis ber til at tryggja, at fiskurin ikki fer óvirkaður av landinum, men at so nógv sum tilber av okkara fiskatilfeingi verður virðisøktur í Føroyum og harvið skapar stórst møguliga inntøku til land og virkir.

 

– Fyri at skapa trivna og best møguligar liviumstøður, er tað avgerandi, at okkara politikarar skapa karmar sum kunnu tryggja, at arbeiði eisini er til vanliga arbeiðsfólkið, har lítið og einki fiskaarbeiði er í dag.

 

– Tað hevur rakt nógv arbeiðsfólk í Havn, at hetta økið í dag einki virksemi hevur tá talan er um tilvirking av fiski, siga tey bæði arbeiðarafeløgini.

 

Tey halda eisini, at ein aðaltáttur í fiskivinnupolitikki okkara eigur at vera, at lóggávuvaldið tryggjar at fiskiveiðan støðugt fer fram á burðardyggum grundarlag, soleiðis at eftirkomarar okkara eisini kunnu  hava fiskatilfeingið at líta á.

 

Men tey legga samstundis dent á, at føroyskir sáttmálar eiga at vera galdandi fyri øll arbeiði á sjógv og landi.

 

– Vit síggja í grannalondum okkara, at stórir trupulleikar eru av arbeiðsgevarum, sum ikki halda galdandi lønarsáttmálar, og hetta er serliga galdandi tá talan er um fremmanda arbeiðsmegi, siga Hans Joensen og Vigdis Johannesen.

 

Men tey halda, at tað er ikki bara ein uppgáva hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at tryggja, at galdandi sáttmálar verða hildnir.

 

Tað má eisini ver ein uppgáva hjá okkara politikarum, ikki minst tá politiska skipanin loyvir fremmandari arbeiðsmegi at virka á føroyskum skipum og á virkjum á landi í Føroyum, siga umboðini fyri Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.