Tað skal ikki ein prikkur flytast úr Klaksvík

Tað er nógv, sum bendir á, at tað verður rættiliga buldrasligt, tá ið viðgerðir og uppgávur annars, skulu býtast ímillum tey trý sjúkrahúsini.

Í løgtinginum í gjár legði Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir seg rættiliga tvørt fyri og gjørdi púra greitt, at tað skuldi ikki ”ein prikkur” flytast úr Klaksvík.

Hon hevði sjálv spurt Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, hvørjar uppgávur skulu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í framtíðini.

Karsten Hansen vísir á, at tað situr ein bólkur og útgreinar, hvussu okkara framtíðar heilsuverk skal skipast og tí fær hann ikki sagt so nógv um tað.

Men nú hevur hann tikið stig til at spyrja serfrøðina, hvussu heilsuverkið skal skipast og tí svarinum bíðar hann nú eftir.

Hann væntar at ein niðurstøða verður einaferð í summar og so er ætlanin, at Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um heilsuverkið í september.

- Eg ætli mær ikki at siga mína hugsan fyrst– og so spyrja fakfólk aftan á.

Í hesum sambandi dregur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir eitt nógv brúkt kort úr lummanum, tí hon krevur, at søgulig rættindi skulu virðast á sjúkrahúsøkinum, akkurát sum vit javnan hoyra í fiskivinnuni.

- Tað einasta rætta er, at sergreinin, urologi, er í Klaksvík, tí tað var har, hon byrjaði, sigur hon.

Samgongufelagin, Jenis av Rana, alt annað enn samdur.

Hann vísir á, at einasti urologur í føroyska heilsuverkinum er á Suðuroyar Sjúkrahúsi so urologi má sjálvandi vera har.

Hann heldur, at tað er at søpla pening burtur, at innflyta serlæknar uttanlands, tá ið vitr frammanundan hava serlækna í Føroyum.

Hinvegin ger Karsten Hansen púra greitt, at hesin spurningurin er nógv størri enn Klaksvíkar Sjúkrahús, tí hetta er ein spurningur um okkara felags heilsuverk, har Klaksvíkar Sjúkrahús er ein partur.

Tí ger hann somuleiðis greitt, at eisini tey á Klaksvíkar Sjúkrahús mugu tola broytingar um so skuldi verið.

- Tað er líka neyðugt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum á hinum báðum sjúkrahúsunum, at hava dirvi til at gera broytingar.

Tað einasta, sum liggur fast, er, at tað vera framvegis trý sjúkrahús í landinum.