- Teir eru klassar omanfyri okkum, og eisini klassar omanfyri liðini, sum føroysk feløg vanliga hitta í Evropa. Men vit ræðast teir als ikki.
Egil á Bø og liðfelagarnir gleða seg til stóru avbjóðingina á Tórsvølli í annaðkvøld. Sundalagsmenn eru greiðir yvir ógjørligu uppgávuna, men tað tykist sum, at føroysku áhugaleikararnir hugsa fyrst um at gera tað óvæntaða, enn óttan at gera seg fyri skommum.
- Um eg skal verða nøgdur eftir dystarlok í annaðkvøld, so skal Manchester City ikki kenna seg tryggar undan seinna dystinum. Vit hava fyrireikað okkum væl, men persónliga vil eg ikki broyta ov nógv. Vit hvíla okkum væl betri, men eingin kollvelting í mun til ein landskappingardyst.
Hondina á hjartað, hvat væntar tú í morgin?
- Vit verða undir stórum trýsti so at siga allatíðina. Teir fara at stýra dystinum, eingin ivi um tað. Men verja vit væl, og halda teimum burtur frá stóru møguleikunum, so kunnu vit skapa sensatijónina, sigur Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi










