Tað skal góður vilji til ikki at eta ov nógv

Ein av trupulleikunum við yvirvekt í dag er, at vit sum menniskju slett ikki eru skapt til at hava fría atgongd til so nógvan mat.

 

 

82 prosent av dønum halda, at yvirvekt og fiti er sjálvgjørt. Men, fititrupulleikar eru meira torgreiddir enn tað, siga serfrøðingar. Yvirvekt eigur at metast sum kronisk sjúka, og tí er hugburðurin hjá teimum, sum siga, at hetta er sjálvgjørt, óbegávaður og fordømandi.

Tú kanst ímynda tær, at tú situr í einum bussi, sum steðgar við eitt steðgipláss. Ein ung genta kemur inn. Hon blæsir og pístrar. Sveittin drívur av enninum, meðan hon baksast við at fáa stóru taskuna upp á setrið.

Unga gentan, sum vigar alt ov nógv, smílist, tá hon endiliga kann seta seg niður. Hon setir ein snyrðil í oyrað við tónleiki, leggur seg afturyvir og byrjar at eta kips úr einum posa, hon hevur lagt á borðið.

Um tú nú hugsar, at vektin hjá ungu gentuni er sjálvgjørd, og at hon heldur átti at latið vera við at etið úr kipspakkanum, so er tú als ikki hin einasti, ið hugsar soleiðis. Ein donsk kanning vísir nevniliga, at heili 82 prosent av dønum halda, at gentan sjálv hevur skyldina í, at hon vigar ov nógv.

Men, ein slíkur hugburður er sambært serfrøðingum óheppin og er við til at brennimerkja fólk, sum stríðast við vekt. Løggildi sálarfrøðingur við serkunnleika í heilsusálarfrøði, Jeanne Fløe, heldur, at ein av orsøkunum til, at so mong síggja yvirvekt sum sjálvgjørdan trupulleika, er, at alt ov fá hava kunnleika til menniskjans lívfrøði og sálarfrøði.

- Haraftrat hava tey samfelagsvirði, sum eru ráðandi í dag, eisini sín leiklut. Hetta eru sokallaði virði, ið snúgva seg um, at vit øll skulu hava yvirskot, tamarhald á okkum sjálvum og liva heilsugott. Megna vit ikki at liva upp til hesa fyrimynd, verður dómurin harður og miskunarleysur, heldur Jeanne Fløe.

Hon vísir á, at ímyndin hjá mongum er at liva heilsugott, og at bæði vaksin og børn eru kløn, tí hetta er líka sum sosiali vísarin fyri viðgongd. Tá hetta so ikki eydnast, halda mong tað vera í lagi at rætta peikifingurin og niðurgera tey, ið stríðast við vekt.

Sálarfrøðingur heldur, at ein av trupulleikunum við yvirvekt í dag er, at vit sum menniskju slett ikki eru skapt til at hava fría atgongd til so nógvan mat, sum vit í veruleikanum hava. Okkara lívfrøðiliga skipan bjóðar okkum at eta – eisini, tá likamið slett ikki hevur tørv á mati.

Úrslitið er, sigur hon, at 47 prosent av dønum viga ov nógv, og 13 prosent eru beinleiðis feit. - Men, vit kunnu ikki taka upp kjakið um yvirvekt, um vit ikki eisini snakka um lívfrøði. Vit eta, tí kroppurin sigur okkum, vit kunnu ”risikera”, at eingin matur knappliga er eftir, og vit eru øll í vanda fyri at verða leidd út í fiti.

Jeanne Fløe vísir á, at frá náttúrunar hond eru vit menniskju soleiðis skrúvað saman, at okkum dámar best sukur og feitt, og tað krevur nógv av okkum at vera ”klókari” enn kroppurin og soleiðis taka neyðugu avgerðirnar. - Í tí løtu, vit gera av, at nú vilja vit tapa okkum, roynir allur kroppurin at stríðast ímóti vekttapi, sigur sálarfrøðingurin.

Um tað var so lætt at tapa seg, høvdu heldur ikki so mong havt trupulleikar við vektini.

- Eg trúgvi ikki upp á mýtuna um tey feitu og eydnuríku, men eg veit eisini, at tað krevur eitt velduga stórt yvirskot at hava ein heilsugóðan lívsstíl. Nógv halda, at tey líka skulu hava nøkur ting upp á pláss, áðrenn tey kunnu byrja at liva heilsugott. Men, ofta koma fólk, sum dragast við vekttrupulleikar, ongantíð hartil.

Jeanne Fløe vísir á, at tað kann vera hin fíggjarligi parturin, sum liggur í buktini, og hetta er sambært sálarfrøðinginum eisini ein av orsøkunum til, at fititrupulleikin hevur eina sosiala slagsíðu, sum hon tekur til í samrøðu við www.helse.dk