Tað skal eisini verða loyvt at spræna tøð í hagan um veturin­­­

Reglurnar um tæðing eru og strangar

Nú skal tað eisini verða loyvt at taða um veturin.

Tað heldur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum og tískil fer hann nú at broyta reglurnar.

Eftir reglunum er tað bara loyvt at taða frá 15. mars til 15. oktober. Men landsstýrismaðurin sigur, at viðhvørt kann tørvur vera á at sleppa av við tøð aðrar tíðir, og tí skal tað nú bera til hjá kommunum at geva undantaksloyvi til eisini at taða aðrar tíðir á árinum.   

Í hesum sambandi kunnu kommunur geva undantaksloyvi, tá ið ólag er á skipanum, ella tá ið týðandi fyrilit fyri øðrum virksemi gera tað neyðugt.

Sum dømi kann nevnast, at í onkrum kann tað vera neyðugt at bíða við at taða til eftir 15. oktober orsakað av alivirksemi uttan fyri lendið sum verður taðað.