Tað skal bera til at sita allan dómin í Føroyum

Føroyskir fangar skulu ikki flytast av landinum

Tað hevur avleiðingar fyri fangar í Føroyum, at umstøðurnar í Mjørkadali eru avmarkaðar.

Tað sigur Magni Højgaard, sum er ráðgevi hjá átakinum Megna títt lív.

Megna títt lív hevur millum annað til uppgávu at koma í samband við fangar og hjálpa teimum at koma upp á beinini aftur, soleiðis at teir kunnu liva eina virðiliga tilveru sum vanligir samfelagsborgarar aftur.

Í framløgu til ráðstevnuna Fangarnir, fongslið og Føroyar gjørdi Magni Højgaard greitt, at tað hevur stóran týdning, at føroyskir fangar kunnu sita dómin hjá sær í Føroyum.

Í løtuni eru summir fangar, ið verða sendir til Danmarkar at sita dómin, oftast tí at dómurin er ov langur til, at teir kunnu sita í Mjørkadali.

Men tá fangar verða fluttir til Danmarkar, missir Megna títt lív sambandið við fangarnar, og arbeiðið at hjálpa teimum verður so at siga ómøguligt, sigur Magni Højgaard.

Meira er at lesa um ráðstevnuna Fangarnir, fongslið og Føroyar í Vikuskiftissosialinum.