Tað skal bera til at lata størri gávur – skattafrítt

Tann, sum hevur meir, skal kunna geva tí, sum hevur minni, uttan at blanda landskassan upp í, heldur Løgtingsmaður

Øll skulu kunnu fáa peningaligar gávur upp á í mesta lagi 30.000 krónur um árið, uttan at rinda skatt av tí. Tað heldur Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Og nú hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja tað.

 

Hann heldur, at øll skulu kunnu fáa upp eina peningaligu gávu upp á í mesta til 5.000 krónur frá einum gevara, uttan at rinda skatt av tí. Men tilsamans kann ongin fáa peningaligar gávur fyri meiri enn 30.000 krónur um árið, tí so skal skattur rindast av tí, sum fer upp um tað.

 

– Við tað at uppskotið einans fevnir um gávur frá likamligum persónum, er talan um pening, sum longu er skattaður einaferð, sigur Joen Magnus Rasmussen.

 

Annars eru gávur skattskyldugar, tó eru serligar reglur galdandi, tá ið familjulimir geva gávur sínamillum. Tað eru eisini serligar reglur um gávur frá innsavningum, umframt um gávur frá arbeiðsgevara.


– Eftir galdandi lóggávu kann ein gáva, í stóran mun, enda í landskassanum, hóast hon varð ætlað til hjálp hjá einum, ið hevur tørv á henni, sigur løgtingsmaðurin. Og hann sigur, at endamálið við hesum uppskotinum er, at tann, sum hevur meira, skal kunna geva tí, sum hevur minni uttan at blanda landskassan uppí.