Tá sjólívið er ein dreymur

- Norðborg er eitt vælsignað skip við bestu arbeiðsumstøðum, ið hugsast kunnu, sigur Svenning Sørensen, ið hevur verið við Norðborg, síðan skipið kom í flotan.

Svenning Sørensen, sum býr á Viðareiði, siglir sum dekkari við verksmiðjuskipinum, Norðborg, ið telist millum nýggjastu og av sínum slag mest framkomnu fiskiskipum í føroyska skipaflotanum.

 

- Hetta er eitt vælsignað skip - ja, eitt róligt og rúmligt skip við allar bestu arbeiðsumstøðum, sum hugsast kunnu. Fólkið, sum er ein blandingur av tilkomnum, miðalaldrandi og ungum monnum, er framúr, og stemningurin umborð er góður.

 

Hann sigur, at ein so góður skipskjansur verður ikki skippaður, og tí fara menn ikki av uttan nakað víðari. Hetta ger, at manningin spennir víða í aldri, og tað riggar óføra væl umborð á Norðborg.

 

Svenning Sørensen sigur, at tá Norðborg er á makrelveiði, liggur manningartalið vanliga um 28, og tá teir eru á sildaveiði, eru teir um 30-31 menn við skipinum.

 

- Vit ganga átta tímar vakt og hava síðan frívakt í átta tímar. Hetta er ein vaktarskipan, sum vit sóu, at íslendingar brúka, og eg haldi, at allir eru vælnøgdir við hesa skipan. Hetta gevur eitt sindur longri deksvakt og longri frívakt. Umborð á Norðborg kenna vit einki til at bróta vakt.

 

Dekkið á Norðborg er rættiliga stórt og arbeiðsligt, og her hevur tú sum dekkari eitt gott yvirblikk. Leikluturin hjá Svenningi er á dekkinum, tá trolið verður koyrt út, og tá hálað verður.

 

- Vit eru bara tveir á dekkinum á hvørji vaktini, og tað er nóg mikið. Skiparin á brúnni passar spøl og annað. Tað tekur kanska bara eitt korter at koyra trolið út, men tá hálað verður, kann tað - alt eftir, hvussu nógv er í - taka umleið hálvan annan tíma, til trolið er koyrt útaftur.

 

Hann sigur, at er talan um eitt hál á eini 200-400 tons, tekur tað sína tíð at pumpa fiskin úr trolposanum og umborð á skipið.

 

Teir, sum eru dekkarar við Norðborg, fara á verksmiðjuna at arbeiða, tá arbeiðið á dekkinum er liðugt.

 

- Á verksmiðjuni eru vit eitt sindur runt allastaðni og hjálpa til, har ástendur. Annars er tað soleiðis á verksmiðjuni, at allir “rotera” og standa á sínum plássi í hálvan ella heilan tíma í senn.

 

Hann sigur, at alt gongur upp á skift, og tað ger, at menn ikki troyttast á sínum plássi, og arbeiðið verður eisini effektivari.

 

Vanliga eru teir, sum sigla við Norðborg, umborð einar tríggjar ella fýra túrar í senn, og síðan eru teir í landi einar tveir ella tríggjar túrar.

 

Umborð á Norðborg eru í allar mátar bestu umstøður, og her hevur manningin eisini góðar møguleikar at íðka fitness og fara í sauna.

 

- Í fitness-rúminum hava vit eitt nú rennimaskinu og rógvimaskinu, og vit hava vektir. Tað eru fleiri, sum dagliga brúka hesar møguleikar, og ikki minst sauna verður nógv brúkt.

 

Svenning Sørensen sigur, at kømrini hjá dekkarunum eru tvey-manskømur, men tað er altíð soleiðis, at teir, sum hava kamar saman, ganga á hvør sínari vakt, og soleiðis hevur maðurin, sum hevur frívakt, kamarið einsamallur.

 

- Hetta eru góð kømur við vaski, brúsu og wc og við hita í gólvinum. Net og sjónvarp er eisini í hvørjum kamari, sigur dekkarin við Norðborg.