Í mars mánaði í 1998 var fiskiskipið, sum Sigmund Andreasen var skipari á, tikið av franska hervaldinum í Indiska havinum.
Alvápnaðir franskir hermenn bordaðu skipið og handtóku Sigmund og alla manningina, tí teir skuldu havt fiska ólógliga við oynna Kerguelen, sum er ein av heimsins mest fjarskotnu oyggjum.
Sigmund Andreasen, sum er ættaður úr Klaksvík og býr i Vági, var førdur til oynna Reunion, har hann varð afturhildin í meira eitt hálvt ár. Hann upplivdi at verða tveittur í fongsulskliva og verða avhoyrdur undir stórum trýsti.
Trýst á pílin undir myndini og Sigmund greiða frá dramatisku hendingini i Indiska Havinum.