– Tað síðsta vit skulu gera, er at tveita mat burtur, eisini mat, sum er ov gamal, ella er spiltur. Tað heldur Bjørg Dam, sum hevur sæti á Løgtingi fyri Javnaðarflokkin.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Sonju Jógvansdóttir um at fyribyrgja matoyðsl og tað skal gerast við at matstovur og handlar skulu geva avlopsmat burtur til vælgerandi endamál heldur enn at tveita hann burtur.
Bjørg Dam heldur, at tað eigur at standa til fólk sjálvi um tey eru sinnað at átaka sær tann váðan at eta mat, sum er ov gamal eftir dagfestingini.
– Vit eiga at geva fólki frælsi til at brúka eyguni, nøsina og smakkin til sjálvi at meta um, hvat tey vilja eta. Ella stutt sagt, at brúka vit og skil, heldur hon. Undir øllum umstøðum heldur hon, at tað seinasta, vit eita at gera, er at tveita hann í ovnin hjá brennistøðunum, tí tað, sum ikki kann etast, kann brúkas til sankutøð.
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, heldur, at eitt tað mest óetiska av øllum er at tveita mat burtur, tí tað eru so mong, sum líða hungur og hall. Men hon heldur ikki, at tað er rætt at lóggeva um tað, heldur eiga vit at royna at broyta hugburðin hjá fólki.
Annars heldur hon, at tað er heima hjá fólki sjálvum, at eitt tað størsta matoyðslið er, og tað ber ikki til at lóggeva um slíkt fyri privatfólk.