Tað súra við tí søta

Í greinastubba spyr Jan Asbjørnson Joensen, hví eg atkvøddi fyri fíggjarlógini, tá tað samstundis vóru viðurskifti í henni, sum eg ikki var nøgdur við. Havi serliga víst ónøgd við stóru almennu fyrisitingina, í mun til tað vit fáa burturúr, og tað okkara avmarkaði búskapur orkar at bera. Tók nýggja Uttanríkisráðið, sum gott dømi í so máta.

Súrt og søtt

Sjálvstýrisflokkurin atkvøddi als ikki fyri fíggjarlógini, tí okkurt var, sum flokkurin ikki kundu taka undir við. Gjørdu allir flokkar tað sama, høvdu vit onga fíggjarlóg, og alt samfelagið hevði ligið lamið.

 

Fíggjarlógin er grundarlagið undir øllum játtanum í samfelagnum. Við ongari fíggjarlóg, eru eingi sjúkrahús, eingir skúlar, eingin strandfarasigling, ongar pensiónir o.s.fr. Tað er tí ábyrgdarleyst ikki at atkvøða fyri fíggjarlógini.

 

Tað kann av somu orsøk vera neyðugt í politiskari telving at atkvøða fyri eini heild, sum fíggjarlógini, sjálvt um okkurt er, ein kundi hugsað sær øðrvísi. Sum orðafellið sigur: “Tað er neyðugt at taka tað súra við tí søta”. Haldi kortini ikki tað vera rætt at lata seg múlabinda av teirri orsøk. Tvørturímóti er neyðugt áhaldandi at geva sína hugsan til kennar, vísa á, hvussu peningurin kundi verið nýttur betur og arbeiða fyri at fáa viðurskifti broytt.