Tað sær veruliga dapurt út

- Eg vænti ikki, at tað fer at lýsa í aftur, fyrr enn vit eru komin langt inn í ár 2009, sigur Harry Benjaminsen, sum starvast hjá Landingarmiðstøð Føroya og er formaður í Tofta Arbeiðarafelag

Vinnulív

 

Hvønn dag í sínum dagliga yrki sum arbeiðsmaður á Landingarmiðstøðini á Toftum hevur hann høvi at fylgja gongdini í høvuðsvinnuni – okkara fiski-og framleiðsluvinnu.

Sjálvandi veit hann ikki út í æsir, hvat virkini gera, og hvussu gongdin hjá teimum er, men hann veit, um tey keypa fisk, hvørji fiskasløg tey keypa, og hvat tey geva fyri fiskin.

Við øðrum orðum veit Harry, hvussu samanhangurin er millum útboð og eftirspurning – og hvat tað merkir, tá útboðið verður størri enn eftirspurningurin.

 

Døpur støða

Formaðurin í Tofta Arbeiðarafelag er onga løtu í iva um, at tað vinnuliga sær ikki so lovandi út í samfelagnum í løtuni.

- Nei, eg haldi avgjørt, at vit síggja keðilig tekin. Tað gongur illa at selja fisk, tí áhugin at keypa er avmarkaður – og viðhvørt rættiliga lítil.

Harry heldur, at tað er fíggjarkreppan kring um heimin og likviditetskreppan úti og heima, sum eru atvoldin til trupulleikarnar.

- Eg stúri fyri, at tað fer at ganga niður á bakka. Kanska fara vit at síggja glottar inn ímillum, men eg beri ótta fyri, at vit fara at koma langt inn í ár 2009, áðrenn vit fara at síggja nakrar veruligar batar, sigur formaðurin í Tofta Arbeiðarafelag.