Tað sær ikki so galið út

Tyrlan hjá Atlantsflog hevur fyri stuttari løtu síðani roynt leiðina, sum flogfarið við franska landsliðnum skal flúgva inn á flogvøllin (PORTALURIN Á FLOGVØLLINUM): Um nakrar fáar minuttir er ætlanin, at svenska leiguflogfarið við franska fótbóltslandsliðnum skal seta seg í Vágum.

Fyri lítlari løtu síðani fleyg tyrlan hjá Atlantsflog á leiðini, sum flogfarið skal flúgva inn á vøllin eftir. Tyrlan hevði verið í Mykinesi, og manningin á tyrluni hevur havt samband við flogskipararnar á flogfarinum hjá Malmø Aveation.

Vit venda aftur um eina lítla løtu.