Tað sær ikki gott út

SAMRÁÐINGAR Mánadagin fara tey stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum aftur at samráðast við Fíggjarmálaráðið og tað kann verða ein avgerðandi fundur

- Hetta sær ikki for væl út!
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum er ikki serliga bjartskygd um sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið.
Samráðingar verða aftur mánadagin og tað kann verða ein avgerðandi dagur.
Mikudagin slitnaði samráðingarnar ímillum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið og har er semingsmaður boðsendur.
Og tað er als ikki óhugsandi, at tað sama hendir á fundinum ímillum tey stóru almennu fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið mánadagin.
- Tað stendur í botni, men nú veit eg ikki, um Fíggjarmálaráðið hevur nakað forloysandi tilboð til okkara mánadagin, sigur Selma Ellingsgaard.
Orsøkin til, at dapurtskygnið er, at Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at lønirnar skulu standa í stað hesi næstu árini.
Men ikki bara tað: Fíggjarmálaráðið hevur eisini tað sjónarmið, at tær høgru lønirnar skulu berað ein kostnað.
Við hesum verður sipað til, at Fíggjarmálaráðið vil hava, at starvsfólk við teimum hægru lønunum skulu niður í løn, afturfyri at fáa skattalætta.
Men Selma Ellingsgaard sigur, at tey hava ikki fingið ítøkiliga at vita, hvussu nógv, Fíggjarmálaráðið ætlar, at lønirnar skulu lækka.
Men Maskinmeistarafelag hevur fingið at vita, at tær hægru lønirnar skulu lækka 4%.
Annars kravdu feløgini upprunaliga eina lønarhækking upp á 2,9% tann fyrsta oktober í ár og aftur 3,4% 1. oktober næsta ár.
Í samráðingum, sum vóru fyri løgtingsvalið, lá í kortunum, at ein ávís lønarhækking skuldi vera og fakfeløgini væntaðu, at tað fór at verða útgangsstøðið í samráðingunum við nýggju samgonguna, so at vit byrjaðu aftur, har vit sleptu.
- Men heilt óvæntað eru øll tilboð tikin aftur, tí vit fingu at vita, at nú var nýggj samgonga og sostatt eisini nýggjar fortreytir. Av tí sama eru vit byrjað samráðingarnar aftur við reinum pappíri, sigur Selma Ellingsgaard.

Sópa av borðinum
Forkvinnan í Starvsmannafelagnum sigur, at fakfeløgini hava sópað øll krav um lønarniðurskurð og null-loysn av borðinum.
- Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at okkara lønarsamráðingar verða drignar upp ætlanina at umleggja skattaskipanina til ein flatan skatt.
- Tað verða ikki fakfeløgini sum skulu átaka sær politisku ábyrgdina av flatskattaskipanini, leggur hon afturat.
Vil onki

Í sambandi við eitt hóttandi verkfall á almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur nógv verið tosa um, at tað er órættvíst, at strandfaraskipini verða løgd, tí tá verða tey í útjaðaranum nógv harðari rakt enn tey í miðstaðarøkinum.
- Eg kann ikki gera viðmerkingar til tað, sigur Selma Ellingsgaard í Starvsmannafelagnum, tá ið vit spyrja hana, um tey eru sinnað at lata Strandferðsluna fáa frið, skuldi tað hent, at hetta endar við verkfalli.
Men henni dámar onki, at tingið nú viðgerð málið, tí hon heldur, at skal eitt slíkt mál loysast, skal tað vera í samráðingum við fakfeløgini, í friðartíð.
- Hetta er ikki eitt mál, sum Løgtingið skal leggja seg út í, sigur Selma Ellingsgaard.
Hetta er annars ein spurningur, fakfeløgini og landsstýrið tosaðu um nakað síðani, men síðani hevur tað í roynd og verið ongantíð verið friðarligt.
- Fyrst samráddust maskinmeistarar og skiparar og stýrimenn og tað dróg so leingi út, at tað var ikki liðugt fyrrenn heilt seint í vár.
So var summarferia, samstundis sum at okkara samráðingar byrjaðu og tær eru í eini avgerðandi stigi beint nú.











a