Tveir triðingar av Effo-deildini eru nú avgreiddir. Í dag vóru tveir dystir. KÍ vann 3-0 á útviølli ímóti B68, og TB vann 1-0 á útivølli ímóti Skála.
Úrslitini bera við sær, at tað aftur eru fýra stig frá KÍ og aftur til Víking, og at tað nú eru átta stig frá TB og Skála, sum hava seytjan stig, og aftur til AB, sum er á níggjunda plássi við níggju stigum.
Tá ið Sigfríður Clementsen undan summarsteðginum tók á seg venjarauppgávuna var setningurin hjá honum og TB at skava nóg nógv stig saman, so TB aftur næsta ár skal vera partur av bestu deildini. Í kvøld eru trý sera kærkomin stig í posanum, nú tvøramenn eru á veg suður aftur.
Albert Adu var stóri maðurin á Skála, tá ið hann við høvdinum skoraði TB sigursmálið, eftir at Poul Ingason hevði lagt innfyri úr høgru.
Skála spenti síðstu løtuna álopsbogan, og síðstu fimm minuttirnar var tað stórur spenningur í TB brotsteiginum. Eftir horna bjargaði TB á málstrikuni, áðrenn bólturin fór út aftur til horna, og so eydnaðist tað ikki Skála at javna.
Á Toftum var KÍ leikliga púra greitt omaná. KÍ svam í møguleikum, og tá ið hálvur tími var farin, stútaði Jákup B. Andreasen til 1-0, eftir at Jóannes Bjartalíð hevði lagt í brotsteigin við frísparki.
Hóast KÍ var leikliga greitt omaná, so lúrdi spenningurin leingi. Ari Johannesen var um reppið at javna, tá ið hann smekkaði til, men bólturin tók í ein av viðspælarunum hjá honum, og so fór bólturin dygst skeivu megin stólpan.
Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir økti Hjalgrím Elttør um leiðsluna. Jóannes Bjartalíð breyt ígjøgnum í høgru og legði út frá, og Jóannes Bjartalíð staðfesti sigurin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Hesa ferð var tað í Robben stíli, at hann eftir stutt fríspark í høgru sneiddi framvið mótstøðumanni og síðani setti bóltin í málið.
B68-KÍ 0-3 (0-1)
0-1: Jákup B. Andreasen
0-2: Hjalgrím Elttør
0-3: Jóannes Bjartalíð
Skála-TB 0-1 (0-0)
0-1: Albert Adu
B36-Víkingur 0-2 (0-0)
0-1: Philip Djordjevic
0-2: sjálvmál
HB-ÍF 1-0 (1-0)
1-0: Ári Mohr Olsen
AB-NSÍ 1-2 (0-1)
0-1: Jonleif Højgaard
1-1: Patrik Johannesen
1-2: Klæmint A. Olsen
KÍ 41
Víkingur 37
NSÍ 36
HB 31
B36 29
ÍF 25
Skála 17
TB 17
AB 9
B68 7
Nítjanda umfar
Fríggjadagin 5. august
KÍ-Skála
Sunnudagin 7. august
Víkingur-B68
NSÍ-ÍF
HB-TB
B36-AB