NOR?OYASTEVNA
10-MANNAFØR
Nólsoyingar vóru vónbrotnir eftir róðurin á Ólavsøku í fjør. Ógvuliga vónbrotnir. Havnarbáturin hevði so at siga tikið FM heitið fyri nøsini á teimum.
Nú hava teir umborð á Nólsoyinginum tikið seg saman aftur. Teir á Havnarbátinum hava eisini mannað bátin aftur. Teir hava kortini ikki givið til kennar serligar vónir um, at tað er serliga sannlíkt, at tað skal eydnast hjá teimum at endurvinna meistaraskapin.
Nólsoyingur vísti í Klaksvík, at teir aftur hesa ferð halda seg framat. Og í løtuni er Eysturoyingur størsti kappingarneytin hjá teimum.
- Eysturoyingar dugir altíð væl í startinum. Teir fóru eitt sindur framum okkum beinanvegin. Okkara startur var væl brúkiligur. Vit mistu einki serligt, og tað var skjótt, at vit vóru heilt frammi í oddinum, sigur bátsformaðurin á Nólsoyingi, Nicolaj Falck.
Hvussu upplivdu tit róðurin?
- Hjá okkum, sum rógva, er tað vónleyst at fylgja við gongdini. Í Klaksvík ber tað als ikki til, tí tá eru tað ikki altíð teir stinnastu, sum rógva undir liðini á hvørjum ørðum. Stýrimaðurin hjá okkum segði okkum alla tíðina, hvussu tað stóð til. Hann vildi skjótt vera við, at vit vóru fremstir. At fáa sovorðin boð ber altíð eyka orku við sær. Men vit fingu eisini at vita, at Eysturoyingurin støðugt hótti okkum, meðan hinir vóru aftari.
Á síðstu metrunum tóktist tað sum um, at Eysturoyingur í hvørjum taki vann inn á Nólsoyingin, og á málinum kundi tað sæð út sum um, at Eysturoyingur hevði havt tikið Nólsoyingin, um málið hevði havt verið nakrar metrar longri.
- Teir tóku tey tjúgu kraftmiklu og títtu tøkini, sum teir plaga at gera. Tá gekk skjótt hjá teimum, men vit megnaðu at svar aftur við tíggju títtum tøkum. Tá stóð ómetaliga nógv á. Í sovornum førum kennist tað sum um, at man fær eyka styrki. Soleiðis kendu vit tað hesa ferð, og tað var hent.
Hoyvíkingur bjóðaði seg til og legði seg á triðja plássið, sum teir megnaðu at varðveita. Tað hevur kanska ikki verið roknað so nógv við Havnarbátinum, sum fleiri ferðir hevur skift fólk, meðan bátarnir hava fyrireikað seg til nýggja róðrarárið. Vágbingi hevur verið roknað við. Í Klaksvík eydnaðist tað tó ikki Vágbingi at leggja seg út í kappingina um fremsta plássið.
Skálabáturin bjóðaði seg til aftur, eftir at hann ikki hevur verið at sæð í fleiri ár. Hesa ferð endaði hann aftastur, men frástøðan fram til Vágbingin á fjórða plássinum var bara ein bátslongd.
Út at venda
Nólsoyingur venur á Havnarvág. Teir halda til í neystinum hjá Argja Róðrarfelag. Har fóru teir við bátinum, tá ið teir við Smyrli vóru komnir úr Klaksvík og aftur í høvuðsstaðin. Síðani fór manningin út til Nólsoyar at heilsa uppá:
- Tað royna vit at gera. Nú síggja tey ikki so nógv til okkara, tá ið vit venja í Havnini. Tað var ov seint at fara út við bátinum leygarkvøldið, men tað var hugaligt at heilsa bygdarfólkinum, sum vit vita fylgir so væl við, hvussu tað gongst hjá okkum, sigur bátsformaðurin.
Umborð á Nólsoyingi eru tveir nýggir rógvarar. Níggju av manningini eru teir somu, sum teir vóru í fjør. Nýggju menninir eru Pætur Johansen, sum áður hevur róð við Nólsoyingi og fleiri øðrum bátum og so Tórolvur Poulsen. Hann hevur ongantíð róð áður, men fótbóltsáhugað komast við navnið, tí hann hevur spælt við B36.
Hinir níggju eru hesir: Hans Jákup Jacobsen, Reindar Jacobsen, Nicolaj Falck, Thomas Hjaltalin, Jakku Guttesen, Asbjørn Olsen, Sámal Petur Olsen, Brian Hansen og Aksel Joensen. Tórolvur, Reidar, Nicolaj, Brian og Aksel eru nólsoyingar, meðan hinir koma fleiri aðra staðni frá. Nú hava teir allir sum mál at vinna FM við Nólsoyinginum, og avrikið í Klaksvík gav ábendingar um, at tað eru góðir møguleikar fyri, at tað skal fara at eydnast.
Úrslit, 10-mannafør menn
1Nólsoyingurin06:46.03
2Eysturoyingur06:46.17
3Hoyvíkingur06:52.02
4Vágbingur06:55.15
5Havnarbáturin06:56.06
6Skálabáturin06:58.18