Endaliga úrslitið av yvirlitstrolingunum eftir makreli í summar vísir, at nøgdin av makreli er hækkað við 85 prosent, samanborið við í fjør.
Tað sigur Havstovan, nú endaliga úrslitið av yvirlitstrolingunum fyriliggur.
Men tey leggja afturat, at hóast hetta tykist at vera ein ógvuslig hækking, skal havast í huga, at vísitalið í fjør minkaði 40 prosent, samanborið við 2017.
Men verður hugt eftir hesum seinastu árunum í kanningunum, liggur vísitalið javnt høgt - uttan í fjør.
Havstovan sigur eisini, at útbreiðslan av makreli er broytt seinastu tvey árini, við tað at nøgdin er minkað í vestaru økjunum, men hinvegin er meira til mitt í Norskahavinum.
– Í ár var so at siga ongin makrelur undir Grønlandi, men nógv er til um okkara leiðir og longur norðuri í Norskahavinum. Fleiri árgangir eru væl umboðaðir í stovninum, millum annað árgangirnir frá 2016 og 2017, og hetta bendir á góða tilgongd, sigur Havstovan
Fyri norðhavssild hækkaði vísitalið 7 prosent í ár, og nøgdin er nakað tann sama, sum í sildakanningunum í mai. Útbreiðslan av sild líktist fyri tað mesta undanfarnu árunum. Nógv var at síggja í økjunum í ein útnyrðing úr Føroyum og eystanfyri og norðan fyri Ísland, umframt at meira stóð í landnyrðingspartinum av Norskahavinum – hetta var í høvuðsheitum 3 og 6 ára gomul sild.
Vísitalið fyri svartkjaft var tað sama sum í 2018 og 11 prosent lægri enn í 2017. Svartkjaftur var at síggja í so at siga øllum kanningarøkinum, burtursæð frá økjunum við køldum sjógvi í Eysturgrønlandi og norðan fyri Ísland. Lítið var til av ungum svartkjafti, sigur Havstovan
Kanningin er ein altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar vóru við, saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Grønlandi.
Finnur Fríði var leigaður til føroysku kanningarnar, sigur Havstovan